Ætlanin við heilsumiðstøðini hevði til endamáls at geva borgarunum eina dygga, góða og væl samskipaða viðgerð og samstundis skapa betri karmar fyri bæði borgarar og starvsfólk.
Men mótstøðan, sum er komin fram í ljósið seinastu dagarnar skapar á ongan hátt gróðrarbotn fyri tí samstarvinum, sum er neyðugt, um ætlanin skal tæna sínum endamáli.
Sjálvt um vit í tilgongdini hava samskift við sentralu partarnar í ætlanini – herundir eisini kommunulæknarnar – má eg tíverri viðurkenna, at eg átti at hava lagt uppaftur meira fyri at tryggja kommunulæknunum vissu fyri, at heildarætlanin bert hevur til endamáls at betra um bæði umstøðurnar og tænastustøðið hjá bæði borgarum og starvsfólkum.
Sjálvur eri eg sannførdur um, at talan er um eina framsøkna og langskygda heildarætlan við einum góðum endamáli, sum er til frama fyri borgarar sovæl sum starvsfólk á heilsuøkinum, og eg eri somuleiðis sannførdur um, at allir partar høvdu sæð stóra virðið í ætlanini, um mín handfaring av málinum hevði verið betri. Men tá samstarvslíkindini ikki eru betri, enn líkt er til í løtuni, síggi eg onga meining í at halda fram við ætlanini.



