Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar kommuna við í átakinum Rudda Føroyar

klaksvik.fo

Í døgunum 12.-19. september fara vit at rudda í kommununi í sambandi við árliga ruddingarátakið Rudda Føroyar. Vit heita á skúlar, barnagarðar, stovnar, arbeiðspláss, ítróttar- og áhugafeløg, og familjur og einstakligar um at standa saman og taka felags tøk í strembanini eftir einum ruskfríum Føroyum, og einum reinum og frískum nærumhvørvi.

 

Soleiðis tekur tú lut:

1. Tú ruddar í ein dag ella fleiri av døgunum frá 12. – 19. september

2. Tú vigar ruskið ella metir um vektina og 

3. Tú skrásetir nøgdina av burturkasti her: https://ruddaforoyar.fo/skraset-innsamling

 

Rusksekkir kunnu heintast í Miðluni allar yrkadagar frá 10.– 16. september frá kl 10.00 – 16.00.

Endamálið er at varpa ljós á umhvørvisdálking í tí stóra og smáa og næra og fjara. 

 

Vinarliga boða frá luttøku við at skriva til fyriskipararnar innan 9. sept. Tá greitt er hvussu undirtøkan verður, fara vit út við einum almennum tíðindaskrivi og varpa ljós á evnið og vísa á (um ynski er um tað), hvørjir aktørar og stovnar eru við í Klaksvíkar Kommunu. 

  

Hava tit ivamál, eru tit vælkomin at venda tykkum til fyriskiparnar:

Annika Steintórsdóttir Biskopstø / 219011 / annikasbiskopsto@gmail.com

Gunnhild Dahl Niclasen / 28 28 78 / gunnhilddahl@gmail.com