Mánakvøldið varð farið á Árnafjørð at draga hummararúsur. So inn í neystið hjá Árnfjarðar Róðrarfelag at hagreiða, reinsa, skolda, loypa, steikja, gera hvítleyks- og limemayonnaisu og gera fleiri ymiskar spennandi rættir úr hesi fyrsta flokks vøru.
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kvøldskúla, kks.fo verður greitt frá fjølbroyttum tilboðum í nærumhvørvinum.
Har verður kvøldskúlin eisini umtalaður sum Klaksvíkar Kvøld-, Lista- og Ungdómsskúli og verður víst til hópin av ymiskum mennandi skeiðum alla vetrarhálvuna – ein breið vifta av tilboðum til borgarar í Klaksvíkar kommunu.
Her er bæði málningalist, tónleikur, drama, mál, støddfrøði, fimleikur og rørslutilboð fyri børn, vaksin og pensionistar og mangt annað. Í fjør vóru útvið 1100 næmingar í frítíðarundirvísingini í Klaksvík, skriva Erik Biskopstø, leiðari av kvøldskúlaskipanini.
Eisini eru smærri, styttli skeið t.d. “Fínari matgerð fyri menn” á breddanum, sum Gutti Winther hevur skipað fyri í fýra drúgv kvøld, har tvey tey seinastu hava staðið nakað í ljósinum av hummara.
Mánakvøldið varð farið á Árnafjørð at draga hummararúsur. So inn í neystið hjá Árnfjarðar Róðrarfelag at hagreiða, reinsa, skolda, loypa, steikja, gera hvítleyks- og limemayonnaisu og gera fleiri ymiskar spennandi rættir úr hesi fyrsta flokks vøru.
Í gjárkvøldið varð hildið fram í Kokkaskúlanum í Kalksvík við ymiskum kjøt- og fiskarættum, har eisini hummarin hevði ein virknan leiklut. Tað varð gjørd hummarasuppa og er tá ein máti at flambera fyri at fáa enn betur smakk.
Tað sá vandamikið út við høgum flammum, men gav hetta frálíka ráman og kvæman smakk til hummarasupanina, hvørs dygd tú skal leita leingi eftir.
Jú, stuttligt er við onkrum annaðleiðis íkasti til gerandisdagin – og hugfloginum hjá Gutta og Kvøldskúlanum feilar einki.




