Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar sjónleikarfelag framførir ”Syndarlig Jól” í gomlu brandstøðini

Klaksvíkar Sjónleikarfelag

Nú kvøldini eru vorðin myrk og long, ber til at stytta sær um stundir, við at leggja leiðina framvið gomlu brandstøðini. Har hava tey tikið stig til eina syndarliga jólaløtu, ið varpar ljós á skeivleikarnar í samfelagnum. Okkurt lokalt, okkurt alment og okkurt hissini.

Hesin sjónleikarbólkurin telur níggju fólk, ið á hvør sín hátt tulka ymiskar persónar, vit møguliga kenna aftur í samfelagnum og aðrar, ið vit hava uppfunnið. Persónar, ið á ymiskan hátt hava sett síni fingramerki á yvirskriftirnar, í orð og talu seinastu tíðina.

Vit fara á syndarliga matstovu, í útvarpsstovu, vit kaga inn til jólamannin, fara til vælveruviðgerð, hyggja eftir barnaløtuni, undirlívskanning og nógv annað.

Skemt av hesum slagnum, hevur ikki verið at sæð í Klaksvík, seinastu nógvu árini. At hittast í smáum og flenna saman við øðrum, eftir sær sjálvum -ikki minst- og eftir hvørjum øðrum. Tað er møguliga nakað politiskt ókorrekt at flenna eftir hvørjum, men vit sleppa ikki heilt undan.

Frøken Flink og Hr. Artig, kenna seg møguliga vilstan hesar dagarnar, men tey eru hjartaliga vælkomin framvið eisini.

Sýningarnar verða 02., 03. og 04 des. Pláss er einans fyri 50 fólkum. Aldursmark er sett at verða 18 ár. Okkurt leskandi verður eisini til keyps.

Haldi tykkum ikki aftur, men komið við til eina syndarliga løtu í gomlu brandstøðini.

Klaksvíkar Sjónleikarfelag