Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar sjúkrahús á Rættari kós.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Klaksvíkar sjúkrahús hevur í langa tíð havt sum strategi at fáa serlæknar á ymsum økjum hendavegin. Hetta eru serlæknar á altjóða høgum støði, sum gera eitt høgt tal av somu uppgávum. Sama rutina fæst neyvan við bert at arbeiða i Føroyum. Til tess er fólkagrundarlagið ov lítið.

Klaksvíkar sjúkrahúshevur í langa tíð havt sum strategi at fáa serlæknar á ymsum økjum hendavegin. Hetta eru serlæknar á altjóðahøgum støði, sum gera eitt høgt tal av somu uppgávum. Sama rutina fæst neyvanvið bert at arbeiða i  Føroyum.  Til tess er fólkagrundarlagið  ov lítið.

At fáa serlæknarhendavegin  er eftir mínum tykki jústtann rætti vegurin at ganga.  Kann nevna,at   aðrastaðni  er krav til ein serlækna, at hann  minimum skal gera  50 skurðviðgerðir av sama slagi,  fyri yvirhøvir  framhaldandi at kunna kalla seg serlækna.

Hvussu er í Føroyum,hava vit møguleika til hetta við 48000 íbúgvum? 

Trúgvi neyvan, at vitkunnu uppnáa somu rutina   við solítlum  fólkagrundarlagi.   Vit eiga at seta sjúklingin í fokus. Tískulu vit eisini hava serlæknar á høgum altjóða støði aðrastaðni fráhendanvegin. Vit fara sjálvandi altíð at hava nakrar serlæknar í Føroyum,  sum fara at hava rutinu innan teirraøki. 

Klaksvíkar sjúkrahúshevur í áratíggjur  verið slóðbrótandivið at  fáa serlæknar hendanvegin.  Her er talan um  serlæknar á altjóða høgum støði og sum eruviðurkendir um allan heim fyri teirra dugnaskap. Teir hava rutinu og royndir,sum ikki er møguligt at uppnáa við bert at arbeiða í Føroyum.

Starvsfólkið áKlaksvíkar sjúkrahúsi er somuleiðis vælútbúgvid júst til tær sergreinar, sumverða gjørdar á sjúkrahúsinum. Hesi hava í fleiri umførum verið á serdeildum áframkomnum sjúkrahúsum uttanlanda fyri at fáa sær upplæring í  at geva 1.floks viðgerð til sjúklingarnar,sum eru  skurðviðgjørdir av serlækna.

Eftir mínum tykki skulu vit duga at seta prís uppá tað arbeiði, sum Klaksvíkar sjúkrahús ger á sínumøki, heldur enn at royna at leggja fótonglar. Lat okkum  seta prís uppá at læknar, starvsfólk ogleiðsla , sum allatíðina royna at gera seg dugnaligari,  effektivari og finna  nýggjar leiðir.  Í hesum sambandi er eisini vert at minna á,at Klaksvíkar sjúkrahús fekk gott skoðsmál í sjúklinganøgdsemiskanningini, sohví skal nakað broytast her ? Kanska  broytingar ellaniðurleggingar skuldu verið gjørdar onkra aðrastaðni ístaðin ! Never change á winning team.

Klaksvíkar sjúkrahús veitir eisini grundleggjandi viðgerð tiløll. Og sum grein í Norðlýsinum vísir á, so er talið, sum leitað sær hjálp áKlaksvíkar sjúkrahúsi  vaksandi. Taðsigur seg sjálvt, at fólki fer har, sum tey merkja, at tey fáa ta bestuviðgerðina.  So kanskadupultfunktiónin,  sum verður gjørdaðrastaðni, skuldi verið spard burtur. 

Fyri at fáa frið og ró á hesum økinum vil eg staðiliga heitaá Karsten Hansen, landstýrismann í heilsumálum, skjótast gjørligt at melda út  -so tað ikki er til at misskilja – hvørjar sergreinar skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi.  Veit væl, at aðalorðaskifti skal verða íheyst um heilsuverkið. Tá trúgvi eg veruliga, at Karsten Hansen vísir sínar gomludygdir og sker ígjøgnum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna