Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Sjúkrahús – ein heilsu og trivnaðardepil í meira enn 116 ár

Norðlýsið

MYNDARØÐ: Í 1898 varð fyrsta sjúkrahúsið bygt í Klaksvík og síðan hevur Klaksvíkar Sjúkrahús verið ein vælvirkandi depil har fólk úr øllum landinum hava leita sær heilsubót. Vit hava kaga í myndasavni og minnast aftur á starvsfólk, sjúklingar og onnur sum á ein ella annan hátt hava havt og framvegis hava tilknýti til KS.

 Í 1898 varð fyrsta sjúkrahúsið bygt í Klaksvík og síðan hevur Klaksvíkar Sjúkrahús verið ein vælvirkandi depil har fólk úr øllum landinum hava leita sær heilsubót. Vit hava kaga í myndasavni og minnast aftur á starvsfólk, sjúklingar og onnur sum á ein ella annan hátt hava havt og framvegis hava tilknýti til KS.

Norðoyggjar høvdu síðani 1871 havt læknahús á umleið samastað har læknahúsini standa ídag. Her búði økislæknin, ið røktiallar Norðoyggjar. Norðoyingar vildu meira enn eitt læknahús og ynski um eitt sjúkrahús lá frammarlaga.Sjúkrahúsið skuldi serliga hýsa sjúklingum, ið vórðu komnir av útoyggj og sjúklingum, ið vóru ov vánaligar til atvera heima við hús.

Eystari/norðari parturin av Eysturoynni tók lógvatak samanvið Norðoyingum og innsavnan av peningi fór ígongd
mitt í 1890’unum. Stóriígongdsetarin av tiltakinum var læknin Bartsch, sum starvaðist sum økislæknií
Norðoyggjum frá 1891 til 1898.

Tá sjúkrahúsið byrjaði sítt virksemi á sumri í 1898 vóruallar rokningar longu goldnar og peningur eftir á
kistubotninum til at keypatilfar og mat, ið skuldi nýtast á sjúkrahúsinum.

Mangt er hent á sjúkrahúsøkinum í farnu øld og fram tilídag. Nýggjasti parturin av sjúkrahúsinum er frá fyrst
í 1960’unum viðtilbygningi í 1988. Fyrst í 1980’unum varð Norðoya Røktarheim tikið í nýtslu.Heimið er bygt afturat
sjúkrahúsinum og fekk sjúkrahúsið tá saman viðrøktarheiminum betri umstøður á fleiri økjum, m.a. stórkøk,
goymslur, kapell,felagshøli o.s.v.

 

Kelda: ks.fo