Vit hava hugt eitt sindur eftir roknskapartølunum hjá føroysku sjúkrahúsunum síðani ár 2000, sí talvu.
Vit hava hugt eitt sindur eftir roknskapartølunum hjá føroysku sjúkrahúsunum síðani ár 2000, sí talvu.
Tað er merkisvert, at kontan, ið kallast ”serviðgerð uttanlanda” økist við nógvari ferð (meira enn 100% síðani ár 2000), samstundis sum raksturin á sjúkrahúsunum gerst dýrari ár eftir ár. Hetta má tulkast soleiðis, at sjúkrahúsini seta fleiri læknar, sum so senda fleiri sjúklingar til viðgerð uttanlanda? Vónandi merkir hetta eisini fyri brúkaran í Føroyum at støði hækkar og at vit fáa eina betri og betri viðgerð.
Fyri okkara lokal sjúkrahús má sigast, at vit norðoyingar eru eftirbátar tá tað snýr seg um at fáa økt um játtanina. Miðalvøksturin fyri alt sjúkrahúsverkið er 75% meðan sjúkrahúsið í Klaksvík einans megnar at økja játtanina 54% síðan ár 2000.
Tað hevði verið hugaligari hjá sjúkrahúsinum í Klaksvík at havt somu øking sum Landssjúkrahúsið, tí so høvdu einar 7 mió. kr. meira ligið í kassanum hvørt ár. Fyri Jørgin Niclasen hevði hinvegin verið hugaligt um samlaða nýtslan í heilsuverkinum øktist við somu takt sum játtanin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann hevði tá havt 78 mió. kr. meira í kassanum hvørt ár. Tølini vísa sjálvandi ikki hví vøksturin er so lágur í Klaksvík í mun til miðaltalið. Vit hava fingið upplýst at aktiviteturin er øktur, og sum Norðlýsið fyrr hevur skrivað, so hevði Norðoyatunnilin stórar broytingar við sær fyri sjúkrahúsið. Tað koma munandi fleiri fólk á sjúkrahúsið nú enn áðrenn tunnilin opnaði í 2005.
Norðlýsið hevur áður nevnt, at Klaksvíkar Sjúkrahús fær hægst karakter í nøgdsemiskanningunum, ið gjørdar eru í heilsuverkinum. Tølini í talvuni kunnu harvið eisini tulkast sum, at MEST ikki altíð nýtist at vera BEST.
Sí talvu niðanfyri




