Hans Jacob Heinesen hevur gjøgnum árini havt nógv við Klaksvíkar Sjúkrahús at gjørt. Hann metir tað vera av størsta týdningi, at ikki bara halda stand, men at betra og hækka um møguleikarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, sum hann gevur topp karakter á øllum viðgera økjum og sum er ein stór trygd at hava í daglig degnum.
Hans Jacob Heinesen hevur gjøgnum árini havt nógv við Klaksvíkar Sjúkrahús at gjørt. Hann metir tað vera av størsta týdningi, at ikki bara halda stand, men at betra og hækka um møguleikarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, sum hann gevur topp karakter á øllum viðgera økjum og sum er ein stór trygd at hava í daglig degnum.
Hans Jacob Heinesen er 38 ára gamal og er vakstrartálmaður. Hann hevur eitt handikapp, ið kallast achondroplasia. Hetta merkir, at bein og armar eru sermerkt og eru minni enn kroppurin. Hans Jacob arbeiðir sum skrivstovumaður í umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu. Hans Jacob hevur gjøgnum árini havt nógv við Klaksvíkar Sjúkrahús at gjørt. Fyrst og fremst vegna sítt handikapp, men eisini hevur hann verið út fyri álvarsligari ferðslu vanlukku.
Klaksvíkar Sjúkrahús
stóran týdning
Hans Jacob dylur ikki fyri, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur stóran týdning fyri seg.
– Tann hjálpin, sum eg havi fingið m.a. á Klaksvíkar Sjúkrahúsið ger, at eg havi arbeiðið í dag og eri leysur av tí almenna. Men so er tað eisini lokal samfelagnum at takka og fólkunum rundan um meg, sum hava viðvirkað til, at hetta hevur latið seg gjørt. Men tað er eingin ivi um, at tað er ein trygd, at fólkini norðanfyri hava Klaksvíkar Sjúkrahús so tætt uppá, sigur Hans Jacob Heinesen.
Fleiri ferðir um vikuna er Hans Jacob á Klaksvíkar Sjúkrahúsið til venjingar og hetta hevur stóran týdning fyri hann.
– Til mítt handikapp krevst venjing. Orsøkin til at eg venji, er at tað gongur tann eina vegin hjá mær, tí at eg havi trupulleikar í rygginum. Og við at venja, so seinki eg um niðurgongdina.
Og til hesa venjing fái eg eitt programm at venja eftir. Til ta venjingina má útgerð til og ta útgerðina eigur Klaksvíkar Sjúkrahús . Eg venji annars sjálvur í venjingarhølunum har úti og tá tað gongur so og so væl, so tillagi eg programmið í samráð við vegleiðararnar har. Um eg ikki hevði kunnað vant á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so kann hugsast, at eg hevði verið ein enn størri útreiðsla fyri samfelagið. Tað er hypotetiskt, hvat hevði hent í framtíðini uttan Klaksvíkar Sjúkrahús í mínari støðu, men tað kundi hugsast, at man var meira tengdur av øðrum fólki til at hjálpa sær og so víðari. Og man kundi kanska havt fleiri fysiskar trupulleikar við eitt nú beinunum. So helst hevði eg – eftir umstøðunum – ikki verið so væl fyri fysiskt í dag, sigur Hans Jacob Heinesen.
Hans Jacob hevði ikki reist ímillum til eitt nú Havnar, um tað mátti til í hansara førum, tá venjast skuldi.
– Tað hevði ikki komið uppá tal at reist millum. Eg havi nóg ringt við at fara til Havnar einaferð um árið. Um eg eri illa fyri, so eri eg ómotiveraður til alt og tími einki. Eri eg væl fyri, so eri eg meira kreativur og meira sosialur. Tað ger alt betri fyri meg sjálvan og betri fyri hini, sigur hann.
Bara rós til
Klaksvíkar Sjúkrahús
Hans Jacob hevur gjøgnum tíðirnar havt nógv við Klaksvíkar Sjúkrahús at gjørt.
– Tá eg bleiv longdur, so vóru trupulleikar, ið blivu loystir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tá ein er so passivur persónur sum eg, ið ikki flytur seg nógv, so fær man ymiskar trupulleikar. Eitt nú er blóðrensli ikki líka gott, og so hevur ein eisini verið úti fyri einari ferðslu vanlukku, sigur hann.
Hann hevur bara gott at bera fólkum og arbeiði annars á hesum sjúkrahúsinum.
– Eitt litið sjúkrahús hevur sínar styrkir og veikleikar. Tað, sum hevur týdning, er at hava góðan struktur og góð arbeiðsfólk. Eg trúgvi einki uppá, at støddin á einum sjúkrahúsið hevur nakað at siga. Fakliga eru tey væl fyri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eg havi fleiri ferðir verið á skaðastovuni og skurð borðinum. Tað, sum er gjørt hevur alt verið gott, og einki hevur verið at komið eftir aftaná. Tey duga sera væl at fara um fólk. Ofta tá man kemur inná onnur sjúkrahús, so kann ein føla luktin av hesum sterila umhvørvinum, og tá kunnu tankarnir onkuntíð fara í gongd. Tá man so møtir starvsfólkunum í Klaksvíkar Sjúkrahúsið, so virka øll fitt og fyrikomandi. Líka frá vaskikonuni til yvirlæknan. Eitt fyrstafloks “verkstað”, har ein altíð er blivin væl upp hjálptur, sigur Hans Jacob.
Ikki setast upp móti
hvørjum øðrum
38 ára gamli klaksvíkingurin leggur stóran dent á, at hetta er ikki ein spurningur um at seta sjúkrahúsini upp ímóti hvørjum øðrum, tí hann hevur bara gott at bera Landssjúkrahúsinum.
– Tá ein hevur verið á Landssjúkrahúsinum, so havi eg bara gott at bera teimum. Samstarvið millum Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús sær eisini út til at virka væl, um eg skal tosa út frá mínum royndum. Tað sum tað snýr seg um, er at geva hesum fólkunum arbeiðsfrið. Viðvíkjandi suðuroyggini, so er tað eitt sindur øðrvísi. Har mugu tey kunna taka móti akutt o.a. og har koma dupult funksjónir at vera. Vit hava 3 ymisk sjúkrahús og man kann ikki sammeta tey. Men eg haldi ikki, at nakar uttanfyri høvuðsstaðin er í iva um, at vit skulu varðveita øll trý sjúkrahúsini. Heldur kundi t.d. verið hugt eftir, hvussu ein finnur “lekar” í øllum trimum sjúkrahúsunum, og so farið at roynt at tetta teir og spart pengar tann vegin. Eru tað dupult funksjónir, so kunnu hesar eins væl liggja á Klaksvíkar Sjúkrahúsið sum á Landssjúkrahúsinum, sigur hann.
Øll hava týdning
Tá vit koma inná kjakið um eitt sjúkrahús mótvegis trimum ella tveimum, so er Hans Jacob rættuliga avgjørdur.
– Eg skilji ikki hatta kjakið um eitt, tvey ella trý sjúkrahús. Eg dugi ikki at síggja tað sum ein trupulleika, at hava tvey sjúkrahús á einum fastlandi. Áðrenn Norðoyatunnilin vóru 6000 fólk tengd at einum skipi, og tá var tað eitt sjónarmið fyri at hava Klaksvíkar Sjúkrahús. Eftir tunnilin er støðan broytt soleiðis, at fleiri túsund fólk hava tættari atgongd til Klaksvíkar Sjúkrahús. So tørvurin var bæði áðrenn og eftir Norðoyatunnilin. Sum heild vænti eg, at dygdin hevði versnað, um sjúkrahúsini løgdu saman, sigur hann.
Hann vísir eisini á nógva virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
– Um tú fert út í bíðirúmið úti á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so er tað sum oftast fult, og tú mást bíða í ein tíma, so tey hava nokk um hendurnar. Har eru nógvir sjúklingar. Man skal ikki halda tað, at um ein feilar nakað og kemur á skaðastovuna, at ein sleppur framat beinanvegin, tí har er nokk at gera til allar hendur og meir enn tað, sigur Hans Jacob.
Framtíðin
Spurningurin um, hvussu sjúkrahúsverkið fer at síggja út framyvir kemur altíð at vera umrøddur.
– Hetta er nokk ein spurningur, sum fakfólkini høvdu kunnað svarað nógv betri uppá. Men eg kundi ímyndað mær, at tað hevði verið gott hugskot at havt eina deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið man ikki hevði aðrastaðni í landinum. T.d. eina medisinska deild, sum innihelt eins nógv ella fleiri starvsfólk enn í dag. Tá kundi man fingið hesa deild so mikið góða og serkøna innanfyri eitt ávíst økið, at alt samfelagið fekk stóra gleði av henni. Soleiðis kundi man eisini givist at tosa um eitt sjúkrahús, sigur Hans Jacob.
Hann dugur illa at siga, hví kjakið ofta kemur fram um, at niðurleggja funksjónir í Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
– Kanska halda fólk í høvuðsstaðar umráðnum, at vælferðin er ov høg og at vit mugu skerja onkustaðni. Og so leypur man, har garðurin er lægstur og fer man eftir sjúkrahúsinum her norðuri og útjaðaranum. Størsti parturin av hesum fólkum vita ikki, hvat tey snakka um. Tey kundu kanska flutt útum Havnina eina tíð og liva har, sigur ein avgjørdur Hans Jacob.
Hann leggur stóran dent á, at tað fyrst og fremst er týdningurin av Klaksvíkar Sjúkrahús, ið er avgerandi. Men aðrar avleiðingar koma eisini.
– Vit hava eitt vælvirkandi sjúkrahús, sum hevur nøkur spennandi størv við sær. Hesi størv kasta pengar av sær, sum fara í umferð her. Eg trúgvi eisini tað hevði verið ein katastrofa fyri lokal samfelagið, um vit avtoftaðu sjúkrahúsið. Almenn størv eru í forvegin illa umboðað í Klaksvík, ið jú stendur fyri einum stórum parti av útflutningsvirðinum, sigur Hans Jacob at enda og staðfestir, at tað orð kunnu illa setast á, hvussu stóran týdning Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fyri norðoyggjar og samfelagið sum heild.




