Nú var aftur ein skelkandi søga í fjølmiðlunum um hvussu illa kommunulæknavaktin virkar her norði.
Eitt er tann skelkandi hending ið foreldur og onnur uppliva tá ið tey standa í hesi støðu, eitt annað er tey neyðars starvsfólk á sjúkhúsinum ið kenna seg noydda at avvísa teimum ið koma til tey fyri at fáa hjálp.
Hetta er ikki ein haldbarð støða fyri hvørgan partin, trupuleikin hjá sjúkhúsinum er tann, at tey ikki hava neyðugu játtanina til at fremja hesa tænastu og at skipanin heldur ikki leggur upp til at tey skulu gera tað. Hetta má fáast uppá pláss. Sum kommunulæknastøðan er í Norðoyggjum er einasti máti at fáa vaktarskipanina at virka, at útvega Klaksvíkar sjúkrahúsið neyðuga játtanina.
Heilsuverkstjóri
Sambært álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk Føroya sum leiðslunnar á øllum trimum sjúkhúsunum hava verið við til at gjørt og hava sagt seg at taka undir við, stendur at :
“ Heilsuverkið skuldi verið stjórnað av einum stjóra, sum hevði tað yvirskipaðu ábyrgdina av rakstrinum innan alt verkið. Undir heilsuverkinum vóru tey trý sjúkhúsini, sum høvdu hvør sín sjúkhússtjóra og sjúkrahúsleiðslu. Hóast ymisk í stødd, so eru øll trý sjúkhúsini lutfalsliga stórir stovnar við 70 til 630 ársverkum – sum hava tørv á hvør sínari staðbundnari rakstrarligari leiðslu”.
Orsøkin til hesa áseting er, at vit mugu gagnnýta alla orkuna og alt tilfongi á øllum trimum sjúkhúsunum. Hetta eigur ikki at merkja minni virksemi á Klaksvíkar sjúkrahúsi, tvørturímóti. Tí er ilt at skilja páhaldni hjá Jákup Petersen í bløðunum um at heilsuverkstjórin ferð at kunna seta og loysa fólk úr starvi á sjúkhúsunum, eins og hann ferð at hava ræði á játtanini hjá hvørjum einstøkum sjúkrahúsi.
Kann heldur ikki ímynda mær, at nakar politikari úr Norðoyggjum ella Suðuroy ferð at ganga við til eina tilíka skipan.
Eyðgunn Samuelsen




