Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar sjúkrahús fer nú at opna kroysuna – Lovaðu sjúkrahús fingu ein kloyning.

Jákup Petersen

Eftir rúma telving í fleiri ár gjørdist greitt, at tað bleiv ikki bygt nakað nýtt Klaksvíkar Sjúkrahús í bræði. Stóri trupulleikin á verandi sjúkrahúsi er og var pláss- og hølistrupulleikin og hartil óhóskandi karmar sum gjørdu kanning, viðgerð og røkt ótrygga. Tað vil siga, at sjúkrahúsið var blivið eitt ótryggt øki at hava sjúklingar á, orsaka av trongum viðurskiftum, smáum seingjarstovum, smølum og krókutum gongum og ótíðarhóskandi karmum.

Klaksvík 2. mar. 2015

Eftir rúma telving í fleiri ár gjørdist greitt, at tað bleiv ikki bygt nakað nýtt Klaksvíkar Sjúkrahús í bræði.

Stóri trupulleikin á verandi sjúkrahúsi er og var pláss- og hølistrupulleikin og hartil óhóskandi karmar sum gjørdu kanning, viðgerð og røkt ótrygga. Tað vil siga, at sjúkrahúsið var blivið eitt ótryggt øki at hava sjúklingar á, orsaka av trongum viðurskiftum, smáum seingjarstovum, smølum og krókutum gongum og ótíðarhóskandi karmum.

Nýggja sjúkrahúsið varð mett at kosta umleið 250 mió. kr. og skuldið millum annað savna allar stovnar í Klaksvík innan kanning og viðgerð. Men tað var ikki politiskur vilji tá, at játta hendan pening tá. Tað lá meir í kortunum at umbyggja/renovera. Her fór prísurin at liggja umleið 60 mió kr.

Leiðslan metti tað tó neyðugt at “pjøssa” (sum tikið var til) nakað í bíðitíðini og søkti um 15 mió yvir 3 ár til at halda sjúkrahúsið koyrandi til møguliga nýtt sjúkrahahús stó klárt alternativt til útbygging/renovering varð komin uppá pláss. Hetta játtaði løgtingið.

Leiðslan gjørdi síðani eitt uppskot um hvussu hesin peningur skuldi brúkast. Men hendan loysning var tikin av borðinum av fyrisitingini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum saman við Heilsumálaráðnum arbeiddi fram ímóti at hesar 15 mill. kr skuldu vera endaliga loysnin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi og kallaði tað eina renovering innan verðandi karmar.

Umboðini fyri kanning, viðgerð og røkt mótmæltu hesum staðiliga, tí trupulleikin hjá sjúkrahúsinum var júst pláss- og hølistrot og ótíðarhóskandi karmar. At gera nakað innan verandi karmar gav onga meining. Umboðini fyri kanning og røkt vóru síðani bert sett úr á síðulinjuna og Heilsumálaráði og fyrisitingin yvirtóku málið fullt og heilt.

Landsjúkrahúsið dusar sær – Klaksvíkar Sjúkrahús verður pínt og svøltað

Hesar 15 mió. kunnu sammetast við, at Landssjúkrahúsið seinastu árini hevur fingið umleið 1.100 milliónir til um- og nýbygging og stendur til at fáa einar 500 mill. afturat komandi árini. Hetta vil siga samanlagt einar 1.600 milliónir í íløgum til um- og nýbyggingar.

Hvat kann ein so siga um, at Landssjúkrahúsið fær gott og væl 100 ferðir so nógvan pening til um- og nýbyggingar sum Klaksvíkar Sjúkrahús. Tað er sjálvandi ikki so, at Landssjúkrahúsið nú fer at vaksa 100 ferðir so nógv sum Klaksvíkar Sjúkrahús. Tølini tala eitt sera tíðuligt mál har sligið verður fast, at tað ikki er vilji at halda lív í Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta er sjálvandi móti sjúkrahúslógini sum krevur 3 sjúkrahús í Føroyum. Men ongin sær út til at leggja nakað í hetta.

Og fyri at ongin skal verða í iva so fær eitt røktarheim í vágunum um sama mundið 45 milliónir til renovering. Vil hetta so siga, at tað kostar 3 ferðir so nógv at renovera eitt røktarheim sum Klaksvíkar Sjúkrahús.

Sjálvandi er hetta ikki so. Játtanarmunurin er ein klokkuklár ábending um, at Klaksvíkar Sjúkrahús skal pínast, svøltas og at enda sigla av í armóð og hjálparloysi.

Vónir eru ikki tað sama sum beiski verunleikin

Ein og hvør hevur sjálvandi sínar vónir og ynskir. Men vit sum hava ábyrgd skulu brúka vit og skil og hetta sigur, at politikar seigdrepa eitt lógarásett sjúkrahús .

Men hví halda politikar so á við at tosa um óbroyttar funktiónir, flytan av funktiónum til Klaksvíkar Sjúkrahús o.s. fr? Vit vita væl, at hetta ikki kemur at henda. So her verður tosað móti betri vitandi. Starvsfólk og stuðlar hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi verða hildin fyri tað turra spott fyri ein styttri varandi politiskan vinning. Harafturat verða sjúklingar sleptir uppá fjall.

Eg sá beinanvegin, at hesar 15 milliónirnar brúktar innan verðandi karmar vóru oyðileggjandi fyri sjúkrahúsið og kom at hava árin á virksemið í langa tíð. Míni ráð vóru sera einføld: Vit skuldu í stundini lata peningin aftur til Landsstýrið har betri nytta kundi fáast. Men so skuldið sjálvandi ikki vera. Hetta var jú eitt gott skjól hjá politikarum at krógva seg aftanfyri meðan teir stungu sjúkrahúsið í ryggin.

Heilsumálaráðið hevur síðani saman við fyrisitingini tikið støðu til, at gerða karmarnar enn trengri á seingjardeildini. Tað hevur eydnast teimum at “loysa” plásstrupulleikan við at kroysta enn fleiri sengur inn á seingjardeildina og harafturat fleiri funktiónir.

Her kann tað hava áhuga at referera til eitt tíðindarskriv frá Landssjúkrahúsinum sum var í bløðunum herfyri. Sipað var til enn ein nybyggning á Landssjúkrahúsinum, hesuferð við einum kostnaði uppá einar 500 miónir kr. skrivað verður at:

“Stóra útbyggingin við nýggja H-bygninginum, sum saman øðrum um- og útbyggingum av Landssjúrkrahúsinum í tíðarskeiðinum 2009-2019 fer at kosta eina slaka hálva milliard krónur

Bygningurin liggur vakurt afturat verandi bygningum og hevur framsíðu út ímóti havinum og Sandagerði, sum er eitt yndisligt fríløtuøki

Góðir karmar tryggja, at sjúklingurin skjótt kemur fyri seg”.

Á, ja- ikki er tað sama. Og hvørjir eru so hesir karmarnir. Jú tíðindaskrivarin fer fróður víðari:

”Kanningar vísa, at sniðgeving av bygningum, har sjúklingar halda til, hevur ávirkan á, hvussu skjótt fólk koma fyri seg eftir sjúkralegu. Somuleiðis eru kanningar gjørdar av, hvussu ljós, vinarligt umhvørvi, list og gott útsýni skundar undir grøðingina og minkar um nýtsluna av heilivági. Nýggi H-bygningurin er tillagaður hesar royndir

Ljós, list, gott útsýni o.s.fr. skunda undir grøðingina – ongi smøl støð tá tað kemur til Landssjúkrahúsið. Í Klaksvík standa vit sum Kánus. List kunnu vit skjóta ein hvítan píl eftir, útsýnið er ein betongveggur og ljósið hareftir. Tíðindaskrivarin heldur kátur fram:

Teir 11.000 fermetrarnir, sum eru lutaðir sundur á fýra hæddir…”

Skrivaði hann 11.000 fermetrar??

Hetta er umleið 3 ferðir so stórt sum Klaksvíkar Sjúkrahús. Tað vil siga at Heilsumálaráðið vil ikki geva Klaksvíkar sjúkrahúsi ein fermetur afturat meðan Landssjúkrahúsið fær eitt øki afturat sum er 3 ferðir so stórt sum alt Klaksvíkar Sjúkrahús. Hví??

Klaksvíkar Sjúkrahús kundi ikki fáa ein fermetur afturat. Strong harraboð um hetta komu úr Heilsumálaráðnum, at sjúkrahúsið skuldið halda seg innan verandi karmar. Síggja tit munin?

Tíðindaskrivarin er ikki liðugur her

“Best møgulig nýtsla av rúmum fæst við, at rúmini kunnu brúkast til ymiskt. Starvsfólkini kunnu bíleggja tað rúmið, sum tey hava brúk fyri eitt ávíst tíðarskeið. Hetta er eisini í ein ávísan mun galdandi fyri seingjarstovurnar, sum allar eru einastovur við baði”

Hetta stendur í stóran kontrast til Klaksvíkar Sjúkrahús har seingjardeildin er vorin munandi verri fyri enn áðrenn renoveringina. At kroysta einar 6 – 8 sengur inn á sama areal og harafturat intensivt avsnitt hevur sett síni spor. 75% av seingjarplássunum eru nú inni á trongum 4 seingjarstovum.

Hóast stórt plásstrot fær Klaksvíkar Sjúkrahús ikki ein fermetur frá Heilsumálaráðnum meðan Landssjúkrahúsið fær eitt øki sum er 3 ferðir størri enn alt Klaksvíkar Sjúkrahús at dusa sær á. Hóast tørvur er á peningi til útbygging ella nýtt sjúkrahús so fær eitt røktarheim 3 ferðir meira pening enn Klaksvíkar Sjúkrahús til eina renovatión. Hetta eitt slag í andlitið á tí starvsfólki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum hevur stríðst og arbeitt undir ótolandi viðurskiftum í nógv ár.

Renoveraða seingjardeildin er ein kroysa. Óviðrilig fyri starvsfólk og vandafull fyri sjúklingar.

Nú er skjótt klárt at flyta inn í renoveraðu seingjardeildina. Røður verða hildnar og blómur lætnar. Men so leingi ongin óheftur mynduleiki hevur góðkent hana so er tað mín metan, at hon er sera ótrygg fyri sjúkingarnar. Hetta er mín besta sannføring og eg havi rætt og plikt at siga frá.

Deildin er blivin ein kroysa líknandi eini seingjardeild frá 50-unum og tað finnast ongir mynduleikar í norðanlondum sum høvdu góðkent hana til sjúklingar nú á døgum.

Ístaðin fyri at bøta um plasstrupulleikan so er hann vaksin munandi nú 2 seingjardeildir skulu rúmast á sama øki og uppaftur nýggjar funktiónir skulu kroystast inn á hesa deild.

Tað verður í heilum ført fram, at sjúklingarnir og starvsfólk um alt landi skulu hava somu (góðu) umstøður líka mikið hvørjum sjúkrahúsi tey eru á. Um tað er gott nokk við trongum 4 songsstovum og smølum, krókutum gongum í Klaksvík. So skuldið tað eisini verið møguligt á Landssjúkrahúsinum. Harvið kundið landið spart allan E-byggningin og soleiðis spart landinum hálva milliard her og nú og fleiri milliónir árliga í rakstri. Um eg ikki havi roknað skeivt so hevðið eisini verið møguligt t stongt stóran part av G.byggninginum og brúkt hann til hotell. Ein sparing sum hevðið komið øllum tilgóðar, eisini Norðingum.

Nú noyðast starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at liva undir sjúkrahúsumstøðum sum í 60-unum, meðan starvsfólk á Landssjúkrahúsinum sleppa at arbeiða í glastriborgum. Er hetta takkarlønin til starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum ár eftir ár undir sera truplum viðurskiftum hava megnað at ligið sum nummar 1 í nøgdsemiskanningum?

Ella botnar alt hetta í eini lygn. Verður her tosað móti betri vitandi av politikarum, at Klaksvíkar Sjúkrahús skal hava óbroyttar funktiónir og virksemi. Tað er nógv sum bendir á tað?

Um so er so er tað ein skandala av rang har starvsfólk móti endanum á livitíðini á sjúkrahúsinum verða hildin fyri tað turra spott.

Næst kemur so skurðdeildin sum óiva fær somu lagnu.

Mín metan er, at henda renoveraða seingjardeildin ikki lúkar sjálvt tey mest grundleggjani krøvini sum sjúklingadeild nú á døgum.

Hon hevur øktan infektiónsvanda, er hættislig í akuttum støðum, ein logistisk marra, smælar og krókutar gongir, óegnað til tey tól og innrættingar sum nú á døgum krevjast av eini seingjardeild sum harafturat skal hava bæði viðrakning og intensivan part sum setur stór krøv til pláss, tól og kvika kanning og viðgerð á høgum støði.

Sjúklingar óvardir í Føroyum

Í Føroyum er ongin mynduleiki sum kann verja sjúklingin á hesum øki. Heilsumálaráðið hevur átikið sær leiklutin sum Sundhedsstyrelsen í Føroyum (Landslæknin hevur jú bert autorisatiónir og kærumál undir sær).

Eg var í samband við Sundhedsstyrelsen í 2011 viðvíkjandi óheftari meting av føroyska sjúkrahúsverkinum. Tey svaraðu, at tey bert høvdu henda mynduleika í Danmark. Heinvegin vóru tey til reiðar at gera eina meting og ráðgeving í Føroyum um føroysku politikarnir bóðu um tað. Men tað tykist ikki verða áhugi í hesum.

Eg havi í hesum sambandi heitt á Heilsumálaráði um, at heita á fakligan stovnan/mynduleika, at meta um renoveraðu deildina áðrenn hon opnar. Men tað verður helst ikki til nakað heldur.

Førleikin til at meta um seingjardeild er trygg fyri sjúklingin er ikki í Føroyum og tí átti mynduleikar uttanífrá gjørt eina óhefta meting. Vit tosa her um tryggdina hjá sjúklinginum.

Vinarliga

Jákup Petersen, yvirlækni