Mikudagin handaðu umboð fyri Norðoya Sparikassa Klaksvíkar Sjúkrahúsi tvey sonevnd keyboards til gávuðs.
Ein sólskynssøga er aftanfyri gávuna. Tá Benrosa Joensen fyri tíð síðani lá sum sjúklingur á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, gjørdist hon varðug við, at á sjúkrahúsgongini vórðu bert gomul pumpuorgul til nýtslu afturvið sanginum til andaktirnar á Sjúkrahúsinum.
Benrosa helt at hetta var ikki tíðarhóskandi at organistarnir skuldu sita og pumpa hvønn sunnumorgun tá andakt var.
Hon setti sær tí fyri, at hon skuldi fara undir at royna at útvega sjúkrahúsinum meira tíðarhóskandi ljóðføri.
Tað eydnaðist henni at fáa Norðoya Sparikassa við uppá hugskotið og mikudagin kundu hon og Norðoya Sparikassi so handa sjúkrahúsinum tvey góð ljóðføri, eitt til hvørja hæddina, soleiðis at tey kunnu brúkast til andaktir og annað sangvirksemið í nærumhvørvinum hjá sjúklingunum.




