Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Sjúkrahús ger tað lættari at ringja

John William Joensen

Nú verður lættari at minnast telefonnummarið hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí nýggja nummarið hjá sjúkrahúsinum er 45 45 45.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið nýtt telefonnummar, sum skal avloysa gamla nummarið, ið ikki var serliga lætt at minnast.
Nýggja nummarið er 45 45 45  tríggjar ferðir 45  og tað verður ivaleyst munandi lættari hjá fólki at minnast til.
– Fólk hava stundum fyri neyðini at koma í samband við Klaksvíkar Sjúkrahús í skundi, og við einum einføldum telefonnummari verður tað vónandi skjótari og lættari hjá fólki at ringja, sigur Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.