Mong gylt lyfti vóru givin í samband við sjúkhúsverkið, tá ið sitandi samgonga tók við. Vit skuldu fáa eina heilsunýskipan, skerast skuldi ígjøgnum so øll trý sjúkhúsini og brúkarin vistu, hvat virksemi skuldi vera á hvørjum sjúkhúsi – og Klaksvíkar Sjúkrahús skuldi umbyggjast.
Meðan árini gingu var dúgliga tosað, og onnur lyfti løgdust aftrat. Minnist ikki, hvussu longi samgongan hevði sitið, tá ið lovað varð, at diabetis-ambulatorii skuldi setast á stovn í Klaksvík.
Vit fingu so eitt uppskot til heilsunýskipan, men sjúkhúsini vórðu ikki nevnd við einum orði, og ongin peningur var settur av at fremja hesa nýskipan.
Á hvørjum ári, tá spurningar komu um, nær landstýrismaðurin fór at áseta, hvat virksemi skuldi vera á sjúkhúsunum, var svarið, at henda avgerð var seinkað. Hon fór tó at koma.
Samstundis kom fráboðan um, at meginparturin av urologiini skuldi flytast av KS, hóast hon í nógv ár hevði virkað sera væl á einum høgum fakligum støði við sera dugnaligum starvsfólkum.
Umbyggingin dróg út, hóast hon var samtykt fyrsta, ið samgongan tók við. Tá eg spurdi nær og hvussu umbyggingin skuldi fremjast – millum annað skurðstova og brúgv millum Røktarheimið og Sjúkhúsið – var svarið, at hetta skuldi gerast so við og við.
Fíggingin skuldi finnast á trimum støðum: milliónunum báðum, sum vit í fíggjarnevndini útvegaðu KS í ár, av játtanini til viðlíkahald hjá Landsverki og av løgukarminum komandi ár.
Men øll vita, at játtanin til viðlíkahald av almennum bygningum er ein dropi í havinum í mun til tørvin. Har er einki at taka av! Og enn er ongin játtan sett av á løgukarminum fyri komandi ár.
Menning er neyðug
Fyri okkum í Javnaðarflokkinum er ongin ivi. Alt heilsuverkið, eisini tey trý sjúkhúsini, skulu strimbrast, so tey verða før fyri at veita okkum bestu heilsutænasturnar.
Tí má KS sjálvandi umvælast og umbyggjast, so vit hava sama útgangsstøði at veita tænastur, sum hini sjúkhúsini.
Ein onnur forteyt fyri sjúkhúsverkinum er, at starvsfólkini ikki bara verða kravd at renna skjótari, samstundis sum tey kenna, at dýrabar tíð verður tikin frá sjúklinginum, millum annað tí tey skulu dokumentera alt sítt arbeiði.
Tað skal verða fakliga mennandi og spennandi at arbeiða á sjúkhúsunum. Bert soleiðis draga vit starvsfólk til heilsuverkið. Javnaðarflokkurin vil komandi samgonguskeið seta 30 milliónir av til sonevndar satspuljur til sosiala innovation á heilsu- og almannaøkinum. Sosial innovatión er arbeiðið við at menna nýggjar loysnir, til dømis í sambandi við mannagongdir í sjúkarøktini. Endamálið er at skapa betri umstøður og betri tænastu fyri sjúklingin – og ein betri arbeiðsdag fyri starvsfólkið.
Javnaðarflokkurin ynskir at starvsfólkini í heilsuverkinum skulu hava møguleika at blóma til frama fyri eitt enn betri heilsuverk.
Lat okkum menna skjótt, heldur enn renna skjótt.
Eyðgunn Samuelsen valevni Javnaðarflokkurin




