Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Sjúkrahús kann gerast enn tryggari

Hannefía Joensen

Tað sigur Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri, sum bæði var limur og formaður í Klaksvíkar Sjúkrahússtýri síðst í hálvfjersunum og fyrst í fýrsunum

Fyri einari viku síðani høvdu vit samrøðu við Jógvan við Keldu, løgtingmann fyri Norðoyggjar, um broytingar í kommunulæknatænastuni, har hann greiddi frá,at nú kom eitt álit til aðalorðaskifti um bygnaðin á føroyska sjúkrahúsverkinum, sum hann var spentur uppá.
Norðlýsið hevur tí vent sær til Jógvan við Keldu, nú álitið varð lagt fyri løgtingið seinastu viku, og kemur til viðgerar í hesi vikuni. Vit hava spurt hann, hvat hann ætlar sær at siga.
-Tíverri, sigur hann, at hann verður ikki heima hósdagin, tá málið kemur til viðgerðar. Eg verið burturstaddur í ørindum, sum eru tilrættaløgd í desember mánað í fjør.
-Men um tit geva mær loyvi til at siga nakað við Norðlýsið ístaðin og geva tykkum mína meining.
Ja, hvat hevur tú so at siga um framtíðarútlitini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi
-Nú havi eg í so mong ár sæð, hvussu trupult tað er, at føroyska sjúkrahúsverkið verður rikið sum ein eind. Vit hava sæð, at trupulleikar hava verið millum Landssjúkrahúsið og tey bæði smærru. Ikki bara tað, men ovurstórir trupulleikar hava verið á sjálvum Landssjúkrahúsinum ígjøgnum fleiri áratíggir. Tí haldi eg, hetta kann bítast upp í tvey, eitt er sjálv umsitingin og annað er samstarvið á læknaliga- og sjúkrarøktarøkinum.

Gott og minni gott
– Álitið um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum haldi eg sær áhugavert út, har kemur millum annað, at Klaksvíkar Sjúkrahús skal nútímansgerast, hvat veruliga liggur í tí. Har kemur eisini fram, at serlæknaøkir verða ikki spjadd. Spennandi er, hvat tað veruliga inniber.
-At ein samdur bólkur ger álitið, og at bólkurin er føroyskur átti at gjørt, at hetta er eitt veruligari uppskot av tí, at hesir áttu at kent bæði søguna, nútíðina og hvat er umráðandi fyri føroyska samfelagið á sjúkrahúsøkinum.
-Vit hava nú í mong ár verið vitni til, at støðan við teimum smærru sjúkrahúsunum er so ótrygg, at torført hevur verið at fingið læknar at søkt higar. Eisini hava vit higani lagt dent á, at føroyska sjúkrahúsverkið skal virka sum ein samla eind. Tað leggur álitið upp til.
-Dagskirurgi verður lagdar á Klaksvíkar sjúkrahús og størri samstarv verður millum Klaksvíkar og Landssjúkrahúsiðm, men eg haldi ikki, at nøkur orsøk er til at bíða til Skálafjarðartunnilin kemur. Samferðslukervið er so mikið gott nú, at tað nú beinanvegin verður farið undir at leggja hetta til rættis. Eisini er ætlanin, at gera meiri burturúr uppvenjingini (rehabiliteringini), til hetta skal eisini útbyggjast.
-At akuttviðgerðir bert verða lagdar á Landssjúkrahúsið, meini eg vera skeivt, tí hesar kunnu sjálvandi býtast upp.

Eysturoy og Klaksvík
-Men ætlanin er eisini, sum eg fleiri ferðir havi verið inni á, at nú Norðoyatunnilin er veruleiki, gerst Klaksvíkar Sjúkrahús eitt nærsjúkrahús fyri bæði Norðoyggjar og Eysturoy, sum tað eisini var frá uppruna, tá sambandið var nógv og gott í hesum økinum.
Men Jógvan trýrt tú uppá, at fleiri læknar fara at søkja á Klaksvíkar Sjúkrahús um hetta kemur í lag?
-Ja, eg haldi, at umráðandi er at Klaksvíkar Sjúkrahús gerst eitt tryggari arbeiðspláss og ikki ein kastibløka alt eftir, sum læknar á Landssjúkrahúsinum finna fyri gott, kemur at tæna bæði fakfólki og við tí ikki minst sjúklingunum.
Vit skulu eisini minnast til, at eitt sjúkrahús er ikki bara læknar, men tað er sanniliga eisini eitt upparbeitt netverk við sjúkrarøktarfrøðingum, laborantum, portørum heilsuhjálparum o.s.fr., sum í mong ár hevur verið upparbeitt.
-Men lat okkum nú síggja, hvat ið fer at koma burturúr, tí sum man plagar at siga, so er pappírið takknemligt.
Ja, Norðlýsið vónar saman við Jógvan við Keldu, løgtingsmanni og borgarunum, at hetta kemur at styrkja Klaksvíkar Sjúkrahús. – Livst so spyrst.