Ímorgin fyrrapartin, verður nøgdsemiskanningin, ið gjørd er á føroysku sjúkrahúsunum framløgd.
Sambært kanningini hava smáu sjúkrahúsini klára seg sera væl.
Í samlaðu niðurstøðuni verður sagt, at av samlaðu spurningunum var Klaksvíkar Sjúkrahús best í 22 spurningum, Suðuroyar Sjúkrahús kom sum nr. 2 við toppkarakteri í 11 spurningum, ímeðan Landssjúkrahúsið einans fekk toppkarakter í einum av spurningunum.
Framløgan verður á Hotel Hafnia í morgin fyrrapartin kl. 9.30.




