Sum øllum kunnugt her norði, so hava kreftir fleiri ferðir veri frammi, og roynt at fingið okkara sjúkrahús niðurlagt, men tað hevur tíbetur ikki bori til enn hjá teimum, sum halda at bara Havnin er til.
Og tíðirnar broytast alla tíðina, og nú Undirsjóvartunnilin er ávegis, verður tað heilt sikkurt tikið fram aftur um eini 5-6 ár, har kreftir aftur fara at royna, at niðurleggja okkara sjúkrahús.
Tí mugu Norðoyingar, við Klaksvíkar Kommunu á odda, at gera alt sum gerast kann, so at vit varveita sjúkrahúsið her norði, tí tað er sjálvsagt nógv skjótari hjá Eysturoyingum, at koma hendanvegin, tá tunnilin er komin ígjøgnum, um knapt 2 ár.
Vit eiga at gera okkara sjúkrahús enn betri, mítt uppskot er, at ein tann besti mátin, at gera sjúkrahúsið enn betri, upp á ein skjóta máta, er at Røktarheimið, sum er bygt uppí sjúkrahúsið, verður í framtíðini, nýtt til sjúkrahús.
Og nýggj Røktarheim, eiga vera bygd, á góðum støðum, sum hava gott øki rundan um, og við góðum útsýni. Eg haldi at mynduleikarnir eiga í framtíðini, at vera meira umhugsnir tá almennir bygningar vera bygdir, og bjóða teimum gomlu Røktarheim, har tey kunnu njóta tilveruna. Tí tey gomlu sum hava lagt rygg til hetta samfelagið, eiga at fáa so góð kor sum gjørligt, har tey skulu fáa møguleikan at taka av tilboðum, um at sleppa inn á Røktarheim, eins og vit foreldur fáa tilboð um at okkara børn, sleppa inn á Barnagarðar.
Atli S.Justinussen
Valevni á lista A
Klaksvíkar Kommunu




