Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Sjúkrahús skal mennast og virksemi økjast!

Jákup Mikkelsen

Hóast ágang á Kl. Sjúkrahús, serliga í fjølmiðlunum, men eisini frá centralistum, so fara vit framhaldandi at menna Kl. Sjúkrahús og harvið økja um virksemi .

Aftursvar til Steinbjørn Jacobsen, varaborgarstjóra:

Hóast ágang á Kl. Sjúkrahús, serliga í fjølmiðlunum, men eisini frá centralistum, so fara vit framhaldandi at menna Kl. Sjúkrahús og harvið økja um virksemi .

Vit hava hesu seinastu tvey árini játtað 17 mió. til umbyggingar og ætlanin er at halda fram komandi árini.

Tað mest týdningarmikla við Sjúkrahúsverkinum er at vit avgera hvat skal verða gjørt hvar, fyri at sleppa undan dupultfunktiónum. Eg havi heitt á Karsten Hansen um at fáa hetta avgreitt skjótast gjørligt, tí tá hevði friður valdað og vit kundu sæð fram til eitt konstruktivt samstarv millum øll trí sjúkrahúsini, til gagns fyri allar partar, ikki minst sjúklingin.

Tá eg hevði lisið greinina hjá Steinbjørn Jacobsen, so hugsaði eg um nakar, so átti Steinbjørn Jacobsen at vita, at vilt gera mun í politikki og fáa úrslit, tá talan er um íløgur úti um landið, so er tað ikki í fjølmiðlunum, tú skalt gera vart við teg. Tað krevur hegni og og diplomatisk evni, fyri at fáa nakað burturúr politiskt.

Vit vita øll at síðan vit fingu eitt valdømi, so er lítið forstáilsi fyri tí, sum liggur uttanfyri høvuðsstaðar økið. Og fara vit til útoyggjar, ja so er so gott sum onki forstáilsi og lítil og ongin vilji. Vit hoyra ofta “ ja, tey hava sjálvi valt at búseta seg á bygd”, hvør skal siga at tey skulu ikki vænta sær nakað. Fyri meg er ein borgari á bygd ella á útoyggj líka nógv verdur og eigur at virðast líka nógv sum tey sum búgva í høvuðsstaðnum.

Hóast støðan er, sum hon er, so má eg siga at tað hevur hepnast serstakliga væl , at fáa íløgur játtaðar og framdar her í Norðoyggjum. Tí er kritikkurin frá SJ ímóti okkum løgtingsfólkum her norðuri frá púra skeivur. Eg havi sitið í Fíggjarnevnd løgtingsins og hav i harvið havt ein sera góðan møguleika at leggja lunnar undir og tryggja Norðoyggjum ein part av fíggjarlógini. Eg má siga at samstarvið við hinar seks limirnar í fíggjarnevndini hevur verið framúr og vit kunnu nú síggja aftur á eitt sera, sera fruktabart tíðarskeið.

Bara so SJ fær tað at vita skal eg nevna ein part av tí vit hava gjørt hetta valskeiðið, meðan flokkurin hjá Steinbjørn Jacobsen hevur sitið í andstøðu uttan politiska ávirkan. Henda flokk stuðlar SJ, skil tað hvør ið skilja vil.

Kl. Sjúkrahús 17 mió til umbyggingar

12 Vardar íbúðir undir Fossum fyri uml. 14 mió

Tekniski skúli útbygdur fyri 36 mió

Skúlaheimið viðlíkahald 9,8 mió

Viðareiðis tunnil 170 mió

Hvannasunds Havn 2 mió

Svínoy 3-4 mió

Fugloy Tyrlupallur

Hóast nógv er at fegnast um, so er nógv eftir at gera.
Víðari út- og umbyggingar á Kl. Sjúkrahúsi, tunnlarnir Norð um Fjall, liðugtgerð av byrging um Harldsund, liðugtgerð av tunnlunum í Kallsoynni, bara fyri at nevna nakrar verkætlanir.
Tað at verða lopin í ryggin av eins egnu kennist altíð svárt, men hetta álopið frá Steinbjørn Jacobsen var ósømiligt tí tað snúðið seg óivað bert um at seta fokus á seg sjálvan við at traðka á onnur. Tað tænir ongum og gevur onki úrslit.

Vinarliga
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður