Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Sjúkrahús tekur nú um endan

John William Joensen

Sambart broyttu mannagongdunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er ikki longur neyðugt hjá norðoyingum og øðrum at ringja til illa virkandi kommulæknavaktina á Landssjúkrahúsinum

Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi váttar at Klaksvíkar Sjúkrahús nú hevur broytt mannagongd so fólk í framtíðini ikki verða senda víðari til m.a. læknavaktina, uttan so at tey fyrst eru kannaði av lækna.

Sjúkrahúsið hevur evstu ábyrd av sjúklinginum
– Tað sum málið snýr seg um er at meginreglan sum sjúkrahús kring allan heim virka eftir er tann, at um ein sjúklingur kemur á eitt sjúkrahús, so kann hann ikki verða sendur avstað aftur uttan kanning.

– Tað er nú einaferð soleiðis at tá sjúklingur hevur verið inni á einum sjúkrahúsi og verður sendur aðrastaðni og okkurt hendir honum eftir at hann er farin av sjúkrahúsinum – so er tað viðkomandi sjúkrahús sum ábyrgdast.

– Tí hava vit avgjørt at øll sum koma á Klaksvíkar Sjúkrahús skullu kannast av vakthavandi lækna og hann tekur síðani støðu til hvat best er at gerða.

Kunnu nú ringja til Klaksvíkar Sjúkrahús
Umframt at eingin sjúklingur longur verður vístur av aftur sjúkrahúsinum – so hevur leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi avgjørt at allir sjúklingar, sum ringja til sjúkrahúsið ikki longur verða vístir til læknavaktina á Landssjúkrahúsinum.

– Umframt at taka ímóti øllum sum koma á sjúkrahúsið, so hava vit eisini broytt mannagongdina viðvíkjandi teimum sum ringja til okkum.

– Frameftir verður tað soleiðis at tey sum ringja til Klaksvíkar Sjúkrahús beinanvegin verða umstillað til vakthavandi lækna, og merkir hetta at vit á Klaksvíkar Sjúkrahúsið ikki longur fara at senda sjúklingar víðari uttan at teir fyrst hava verið í samband við ein lækna.

Kommulæknavaktin eitt barn
hjá landssjúkrahúsinum
og Heilsumálaráðnum
Boðini úr Almanna- og Heilsumálaráðnum hava higartil verið, at um ein sjúklingur kemur á Klaksvíkar Sjúkrahús, so kann sjúkrahúsið hjálpa viðkomandi við at geva honum eina fartelefon so viðkomandi kundi ringja til kommunulæknavaktina á Landssjúkrahúsinum.

– Við nýggju mannagongdunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ganga vit beint ímóti tilráðingunum frá Almanna- og Heilsumálaráðnum í samband við nógv umrøddu læknavaktina.

– Til tað er ikki nógv annað at siga enn at skipanin við kommunulæknavaktini var sett í verk uttan nakra sum helst ráðføring við Klaksvíkar Sjúkrahús.

– Læknavaktin er eitt barn hjá Landssjúkrahúsinum, Almanna- og Heilsumálaráðnum og Kommunulæknunum – men nú var neyðugt at gerða nakað ítøkiligt – tí óskilið kring nýggju vaktarskipanina hevur gjørt støðuna hjá starvsfólkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ótolandi og vandi var fyri at kommunulæknavaktin undirgravaðið tað álit, sum sjúklingar hava havt á Klaskvíkar Sjúkrahús.

Fara at halda játtan
Jákup Petersen sigur at broyttu mannagongdirnar fara at krevja hægri játtan komandi ár.

– Við broyttu mannagongdunum fara vit ikki at hava tørv á fleiri pengum í ár, men komandi ár verður tørvur á umleið tveimum milliónum krónum afturat fyri at styrkja læknavaktina á sjúkrahúsinum.

——–

(Red: Skriv frá leiðsluni á Klaksvíkar sjúkrahúsið til starvsfólk, viðvíkjandi broyttum mannagongdum
)

Arbjde i vagten (reservelæge)

Efter at kommunelæge vagten blev centraliseret til Landssygehuset ( tel.1870), har der til tider været usikkerhed hvad angår lægevagtens opgaver på Klaksvig Sygehus.

I den forbindelse skal det understreges, at kommunelæge vagten for Klaksvig og dets omgivning sidder på Landssygehuset og svarer på tel. 1870 (16.00 – 08.00).

Når dette er sagt så har Klaksvig Sygehus undersøgelses og behandlingspligt for de patienter som ringer til eller opsøger sygehuset.

Ledelsen for Klaksvig sygehus har derfor besluttet følgende:

1) Patienter som ringer til sygehuset omstilles til vagthavende læge. Forvagten tager stilling til om patienten kan vente til en anden dag eller kan rådgives telefonisk. Om dette ikke er tilfældet skal patienten indkaldes til sygehuset for videre undersøglse og behandling. I de tilfælde der behandling ikke kan foregå på Klaksvig Sygehus henvises patienten videre til relevant behandlingssted.

2) Patienter som kommer til sygehuset skal ses af vagthavende læge og få undersøgelse og behandling. I de tilfælde der behandling ikke kan foregå på Klaksvig Sygehus henvises patienten videre til relevant behandlingssted.

3) Patienter som indlægges af kommunelæge vagten 1870 modtages på sygehuset til undersøgelse. I de tilfælde der behandling ikke kan foregå på Klaksvig Sygehus henvises patienten videre til relevant behandlingssted.

Administrationen
Klaksvíkar Sjúkrahús