Jákup Petersen, ortopædiskur yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið sigur at vegna vantandi útgerð á Sjúkrahúsinum, er hann fyri fyrstuferð noyddur at útseta næstan 40 planlagdar skurðviðgerðir.
Jákup Petersen, ortopædiskur yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið sigur at vegna vantandi útgerð á Sjúkrahúsinum, er hann fyri fyrstuferð noyddur at útseta næstan 40 planlagdar skurðviðgerðir.
Fyri okkum sum hava starvast á Sjúkrahúsinum í mong ár er politiska niðurraðfestingin av Klaksvíkar Sjúkrahúsið eyðsæð. Støðan nú eg skal undir at skifta knø og liðir á umleið 40 sjúklingum er tann at útgerðin sum brúkt verður til sterialisering av amboðum er ikki brúkilig. Samstudis eru tólini sum brúkt verða at doyva sjúklingar í so ringum standi at tey eru send niður og eftir stendur ein gamalt apparat sum einans er ætlað til at hava til at taka um ein katastrofa skuldi hent.
– Tí fari eg í morgin at taka støðu til um tað er ráðiligt at fara í holt við skurðviðgerðirnar og um ikki okkurt hendur til í morgin verði eg noyddur at avlýsa. Hetta er ótolandi og eigur ikki at koma fyri.
– Eg havi óteljandi ferðir gjørt vart við støðuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, men tað er sum at stoyta vatn á gás, og nú er mín niðurstøða tann at støðan er ikki haldbar longur.




