Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Talvfelag – Havnar Telvingarfelag 1½-2½: Rani Nolsøe bjargaði KTF frá stórtapi móti havnarmonnum

Oliver Joensen

Royndirnar og talvkunnleikin komu Rana Nolsøe tilgóðar, tá hann við 2. borð sunnudagin vann á unga stórtalentinum Olafi Berg, sum telvaði ágangandi álopstelving – men talvforsetin hevði hugsað ein leik longur og vann tí talvið, sum bjargaði klaksvíkingum
frá eyðmýkjandi stórtapi!

Undan seinasta vikuskifti hevði hann snøgt sagt fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið við ósigrum í øllum teimum trimum fyrstu umførunum.
– Eg havi verið í alt ov vánaligum talvformi, men eg visti eisini, at tað var ein spurningur um tíð, áðrenn tað fór at ganga rætta vegin, segði Rani millum annað sunnudagin.
Tað skuldi vísa seg, at júst sunnudagurin var dagurin, tá gongdin vendi hjá Rana.

Martin gott
tak á Ólavi.
Sagt verður,  at tað sálarliga hevur stóran týdning innan flestu ítróttagreinar, og teir talvkønu siga, at hetta ikki minst er galdandi innan telving, har summir telvarar tykjast at hava størri hepni ímóti ávísum, eisini heilt sterkum telvarum.
Onkur av teimum í Skákinum vil nevniliga vera við, at hetta fyribrigdið í ávísan mun ger seg galdandi millum menninar, sum sunnudagin sótu yvir av hvørjum øðrum við fremsta talvborðið.
Tað skal einki takast frá unga havnarmanninum, Martini Poulsen – hann er eitt stórt talvtalent – men tó tykist hann at hava vunnið heldur oftari á Ólavi Simonsen, enn styrkin hjá teimum báðum leggur upp til.
Á føroyska styrkilistanum er Ólavur nr. 5 við 2235 ratingstigum, meðan Martin Poulsen við sínum 2158 stigum liggur sum nr. 12.
Við hvíta fólkinum vann Martin sunnudagin rímiliga skjótt á Ólavi og gav harvið havnarmonnum eitt gott grundarlag fyri sigri í dystinum.

Rani javnar
út fyri KTF.
Við næst sterkasta borðið í Skákinum sótu eisini tveir telvarar, sum liggjar ovarlaga á føroyska ratinglistanum.
Rani Nolsøe, ið er nr. 14 á listanum við 2154 ratingstigum, hevði hvíta fólkið ímóti unga havnarmanninum, Olafi Berg, sum við sínum 2042 stigum er á 21. plássi á listanum.
Okkum kunnugt hevur Rani sum útgangsstøði betur hug at telva álopssinnað, og tað gjørdi hann eisini í ávísan mun sunnudagin, men ungi mótstøðumaðurin var ikki minni ágangandi, so har gekk til tíðir rímiliga lívliga fyri seg á talvborðinum.
Sum tað leið inn í talvið, tóktist støðan rættiliga jøvn og kundi fara báðar vegir, men havnarmaðurin helt á við sínum væl skipaða álopi á roynda klaksvíkingurin, ið nú tóktist lata unglingan bara koma.
Rani hevði tó sínar mótleikir í huga, og hevði eftir øllum at døma hugsað ein ella fleiri leikir longur fram enn havnarmaðurin, tí tá av tornaði, var tað Nolsøe-maðurin, sum var omaná í hesum áhugaverda talvið, sum Rani sjálvur greiðir nærri frá aðrastaðni í blaðnum í dag.
Nú var støðan 1-1 í hesi talvorrustuni millum klassisku "arvafíggindarnar", Klaksvík og Havnina.

Ingolf Gaard
helt javnleik.
Eftir hesi bæði rímiliga skjótu talvini við 1. og 2. borð, sum samanlagt góvu úrslitið 1-1, høvdu klaksvíkingar ikki ringar vónir, tí báðir hinir á liðnum stóðu rímiliga væl í sínum talvum.
Triðja talvið, sum gjørdist liðugt, stóð millum Ingolf Gaard og Jóhan Gaard á 4. borði, har tað eydnaðist Ingolfi við hvíta fólkinum at fáa remis.
Harvið helt støðan sær jøvn 1½-1½ millum liðini, og eyguni fluttu yvir á 3. borð.

Tummas Martin stóð
til sigur men tapti so.
Mest keddi telvarin á liðnum hjá KTF sunnukvøldið mundi vera Tummas Martin Anthoniussen, sum við svarta fólkinum hevði tiltuskað sær eina vinnandi støðu í talvinum ímóti Herlufi Hansen.
Men á einhvønn hátt spældi Tummas sær hesa yvirvág av honum og tapti talvið, soleiðis at havnamenn glaðir kundu fara suðuraftur um Klakkin við einum teprum 2½-1½ sigri í lummanum.
Eitt sindur óheppi hjá Tummas Martini, sum higartil hevur telvað væl – hann kemur sterkur aftur.