Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Talvfelag stóð seg væl

Oliver Joensen

UNGDÓMSTELVING: YNGRU TELVARARNIR HJÁ KLAKSVÍKAR TALVFELAG FM-VINNARAR Í LIÐKAPPINGINI FYRI SKÚLAUNGDÒM!

Í apríl og mei mánaða hava skúlaungdómar kappast um FM í skúlatelving fyri lið. Kappingin er skipað í aldursbólkum, har hvørt liðið er mannað við 4 telvararum og upp til 2 skiftistelvarum. Í finaluni telvaðu bestu liðini frá innleiðandi, í ávikavíst 4. flokk og yngri og 5. flokk og eldri, í FM bólkum og Opnum Bólkum.

Eftir tvær innleiðandi kappingar, varð finalan í Kollafirði seinasta sunnudag. Í Finaluumfarinum hevði Klaksvíkar Talvfelag eitt lið í hvørjum aldurbólki, og stóðu teir seg sera væl, tí felagið megnaði at vinna gull í yngra bólkinum, meðan teir eldru fingu bronsuheiðursmerki. Eins og undanfarnar vetrar, er tað eldsálin í felagnum, Petur Hans Poulsen, ið hevur vant yngru telvarnar.

FM-finalan í 4. flokk og yngri gjørdist rættiliga spennandi, tí tá seinasti leikur var fluttur, vóru einans 2 stig á muni í millum Klaksvík og Sandavág, sum seinastu 3 árini hevur vunnið FM. Endaði eittans innanhýsis talvið øðrvísi, varð talan um javnstøðu í oddinum. Men samanumtikið vóru Klaksvíkingar teir drúgvaru, ikki minst megnaðu teir at vinna allar 3 kappingarnar á hesum sinni. Klaksvík vann Gull, meðan Sandavágur vann silvur. Kollfirðingar smæddust ikki burtur og vóru somuleiðis sera tætt við oddin, men vunnu bronsuna.

Endaliga støðan:
Klaksvík (15,5)
Sandavágur (13,5)
Kollafjørður 2 (13,0)
Kollafjørður 1 (11,5)
Vestmanna (6,5