Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Talvfelag tepurt á odda í 1. deild

Nordlysid

Eftir 7 umfør liggur besta liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag (Klaksvík 1) ovast á stigatalvuni við 21 stigum, Havnin og Sandavágur eru nr. 2 og 3 við 18½ stigum í part, og Vestmanna hevur 17 stig á fjórðaplássi.

Eftir 7 umfør liggur besta liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag (Klaksvík 1) ovast á stigatalvuni við 21 stigum, Havnin og Sandavágur eru nr. 2 og 3 við 18½ stigum í part, og Vestmanna hevur 17 stig á fjórðaplássi.

Klaksvík 1, Havnin, Sandavágur 1 og Vestmanna liggja rættiliga jøvn í oddanum í liðkappingini í 1. deild, nú tað nærkast endaspurtinum í fremstu deildini.

Hóast Klaksvík 1 er fremst í løtuni, so er als einki avgjørt enn, tí tey írestandi 3 umførini bjóða upp á fleiri oddadystir, ið sostatt koma at gera av, hvør fer við gullinum í liðkappingini í ár.

Ein orsøk til, at Klaksvík 1 í løtuni liggur fremst, er tann, at liðið hevur spælt báðar dystirnar ímóti báðum teimum veikaru liðunum í 1. deild, sum eru Klaksvík 2 og Sandavágur 2.

Teir írestandi tríggir dystirnir hjá Klaksvík 1 eru ímóti Sandavágur 1, Havnini og Vestmanna.

Ólavur Simonsen

sterkur á 1. borði

Hinvegin skerst tað ikki burtur, at liðið hevur klárað seg væl higartil, og tað kemst eisini av, at tað hevur ligið væl fyri hjá einstaklingum á liðnum.

Í øllum 7 umførunum higartil hevur Ólavur Simonsen sitið við 1. borð, har teir sterkastu telvararnir sita, og allíkavæl hevur hann megnað at vunnið heili 5½ stig av 7 møguligum ella 78,6% á fyrsta borði, ið má sigast at vera sera sterkt av Ólavi.

Finnbjørn Vang hevur sitið á 3. borði í 4 dystum fyri Klaksvík 1 og hevur vunnið allar sínar dystir, tvs. 100%. Eyðun Nolsøe hevur eisini fingið 100% úrtøku við at vinna bæði síni talv, sum hann higartil í hesari kappingini hevur telvað fyri Klaksvík 1, á 2. borði.

Terji Petersen, sum í 6 dystum hevur mannað antin 3. ella 4. borð hjá Klaksvík 1, hevur eisini fingið nógv stig, nevniliga 4½ av 6 møguligum, svarandi til 75%.

Støðan eftir 7 umfør:

Klaksvík 1 21,0 stig

Havnin 18,5 stig

Sandavág 1 18,5 stig

Vestmanna 17,0 stig

Klaksvík 2 5,0 stig

Sandavág 2 3,5 stig

Írestandi umførini:

17. februar kl. 14.00:

Sandavág 1 – Klaksvík 1

Sandavág 2 – Havnin

Klaksvík 2 – Vestmanna

3. mars kl. 14.00:

Klaksvík 2 – Sandavág 1

Vestmanna – Sandavág 2

Havnin – Klaksvík 1

9. mars kl. 10.00:

Sandavág 1 – Havnin

Klaksvík 1 – Vestmanna

Sandavág 2 – Klaksvík 2