Undirvísingin er byrjað aftur.
Undirvíst verður í hesum greinum:
klaver, orgul, horn, trummur, guitar, el-bass, kontrabass, tvørfloyta, blokkfloyta, violin, viola, cello, akkordeon, harmonika, kammermusik, teori, hoyrilæra.
Kostnaður er kr. 1.200. Til ber at leiga nøkur ljóðføri, t.d. violin, cello, horn fyri kr. 300 um árið.
Tilmelding fer fram gjøgnum teldupost: klmus@post.olivant.fo ella við at ringja á tlf. 45 65 77.
Upplýsingar eru eisini á heimasíðuni hjá Musikkskúlaskipanini: www.musikkskulin.fo




