Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Tónlistaskúli í Faaborg

Tíðindaskriv

Í døgunum 10.-14. mai vóru norðurlendskir musikkskúladagar hildnir í Faaborg, Danmark. Henda stevna verður hildin annað hvørt ár og luttakandi londini skiftast um at vera vertar

Í døgunum 10.-14. mai vóru norðurlendskir musikkskúladagar hildnir í Faaborg, Danmark. Henda stevna verður hildin annað hvørt ár og luttakandi londini skiftast um at vera vertar

Tey, sum luttóku, vóru frá Faaborg-Midtfyn Musikskole, Danmark, Tanum í Svøríki, A˓s í Noregi og Klaksvíkar Tónlistaskúla.

Blásarabólkurin Norðanvindar frá Tónlistaskúlanum luttók við 11 næmingum, tvørfloytur, blokkfloytur, klaver og trummur. Við í ferðalagnum vóru 3 lærarar og 3 hjálparfólk.

Næmingarnir vandu saman hesar dagar, bæði allir í felag og eisini sum bólkar.

Bólkarnir á stevnuni spældu bæði hvør sína skrá og eisini vóru 2 stykkir, har øll vandu saman. Norðanvindar hava lagt sig eftir at spæla føroyskan tónleik, sum er útsettur til bólkin. Fríggjadagin var ein kirkjukonsert, har tey m.a. spældu Frægir funnu Føroya land, ein útseting, sum lærararnir gjørdu til bólkin av byrjanini hjá Carl Nielsen’s En Fantasirejse til Færøerne.

Leygardagin var ein konsert á Byskolen, har spældu tey Ólavur Riddararós (í útseting av Herluf Lutzen) og Komið øll við, sum Torleik Mortensen útsetti til bólkin.

Næmingarnir vóru sera væl nøgdir við ferðina, teir mentust nógv hesar dagarnar. Valið av føroyskum tónleiki var eisini sera væl móttikið, bæði av áhoyrarunum og øðrum luttakarum, sum hildu tað vera áhugavert og stuttligt at hoyra.

Um 2 ár verður stevnan ætlandi hildin í Føroyum.