Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Tónlistaskúli: Nógvar konsertir og framførslur. 

Jóhann Lützen

Desember nærkast, og virksemið er stórt í Klaksvíkar Tónlistaskúla.

Klaksvíkar Tónlistaskúli: Nógvar konsertir og framførslur. 

 

Desember nærkast, og virksemið er stórt í Klaksvíkar Tónlistaskúla. 
Hetta er ein hugnalig tíð, har næmingar og lærarar fyrireika jólakonsertir og onnur tiltøk. Onkrar framførslur hava longu verið, og aðrar verða í næstum. Millum annað hevur bólkurin Rakkos Ritnillu (skal lesast aftanífrá) verið í Barnaútvarpinum. Strúkarabólkurin Arcodrós hevur spælt til Allarhalganarguðstænastu í Christianskirkjuni. Næmingar hava spælt til skrúvuguðstænastu og nøkur tóku lut í Crescendo kamartónleikakappingini, sum var í Klaksvík seinasta vikuskifti. Taida Thomsen og Turið Syderbø vunnu 3. virðisløn í teirra aldursbólki, har nógvir luttakarar vóru. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku. 
 
Stóra jólakonsertin við ymsum bólkum og solistum verður hósdagin 15. desember kl. 19 á Skúlatrøð. Aðrar minni konsertir verða eisini, og vitjanir á ellisheimum, sambýlum, sjúkrahúsinum o.a.  
Næmingarnir venja hugagóðir, og vit í Tónlistaskúlanum síggja fram til allar framførslurnar, og at spæla fyri nógvum glaðum áhoyrarum.