Í skránni fyri býráðsfundin 8. oktober 2015 upplýsir Klaksvíkar kommuna, at nevndin fyri Tónlistaskúlan hevur verið á fundi við borgarstjóran og sett fram ynski um, at Tónlistaskúlin í framtíðini verður partur av á Skúlatrøð heldur enn av Mentanarhúsinum í miðbýnum.
Í skránnifyri býráðsfundin 8. oktober 2015 upplýsir Klaksvíkar kommuna, at nevndin fyriTónlistaskúlan hevur verið á fundi við borgarstjóran og sett fram ynski um, atTónlistaskúlin í framtíðini verður partur av á Skúlatrøð heldur enn avMentanarhúsinum í miðbýnum.
Sum grundgevingfyri ynski sínum førir nevndin fyri Klaksvíkar Tónlistaskúla fram, at eittsamanspæl millum fólkaskúla og tónlistaskúla hevur nógvar fyrimunir og kannstimbra undir menningina av børnunum.
Seinastu tíðinahevur Klaksvíkar Tónlistaskúli verið partur av verkætlanini um Mentanarhúsið íKlaksvík, men fær nevndin fyri Tónlistaskúlan sín vilja, verður ístaðinneyðugt, at Tónlistaskúlin verður partur av arbeiðinum at tryggja karmarnar tilsítt virksemi á Skúlatrøð í samráð við leiðslu skúlans, og at Tónlistaskúlinverður umboðaður í tí arbeiðnum. Hetta kann eitt nú gerast í samband við komandibyggistig.
Mentanarnevndin,sum varðar av Klaksvíkar Tónlistaskúla,tekur undir við, at heimild verður givintil at arbeiða víðari við at umskipa Tónlistaskúlin til at verða partur avskúlabyggingini, og hesum taka Trivnaðarnevndin Børn & Ung ogFíggjarnevndin somuleiðis undir við.




