Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkin er væl við á sosiala økinum

John William Joensen

Sosiala deild hjá Klaksvíkar Kommunu umsitur sosiala økið í Klaksvík uttan forsorgarhjálp og eftirlønir, sum Almannastovan umsitur.

Sosiala deild umsitur barnaverndina, barnaansingina, ein part av eldraøkinum (dagtilhaldið fyri eldri og eldraíbúðirnar), part av kommunu læknaskipanini, heilsusystrarnar, skúlatannlæknan, virkishúsið fyri ung og serflutningsskipaninna.
Á deildini eru fimm fulltíðarstørv og tvey parttíðarstørv. Tveir sosialráðgevarar eru fulla tíð. Ein stuðulsráðgevi, sum 20 tímar um vikuna er ráðgevi og vegleiðir familjur, sum hava børn við serligum tørvi. Stuðulsráðgevin virkar eisini sum samskipari innan barnansingina 20 tímar um vikuna.
Á deildini er eisini ein dagrøktarleiðari, sum umsitur alla dagrøktarskipanina. Hon hevur tveir pedagogar undir sær, sum hava sítt virksemið á spælistovuni og úti hjá dagrøtarunum.
Síðani er eitt skrivstovufólk, sum umsitur bíðilistan til barnansingina og eldraíbúðirnar. Hon umsitur eisini heimasíðuna og hevur alt skrivstovuarbeiði.
Harafturat er ein skrivstovunæmingur, sum umsitur fólkayvirlitið.
Deildarleiðarin, Jansy B. Klein hevur ábyrgd av deildini og er skrivari hjá sosialu nevnd og barnaverndini. Hon fyrireikar øll mál, sum skulu leggjast fyri sosialu nevnd og samskipar og leggur arbeiði á deildini til rætti

Trupul byrjan
Tá Jansy tók við sum leiðari á Sosialu deild hjá Klaksvíkar Kommunu í september mánaða í 2000, var uppgávan fyrst og fremst at uppbyggja deildina, sum júst var endurstovna eftir at hon var niðurløgd vegna sparingar fyrst í 90 unum.
– Tá eg byrjaði var tað sosiala økið ikki serliga væl skipað. Harafturatr vóru lógirnar á økinum sera ótíðarhóskandi og ongar reglur vóru fyri mannagongdir í samband við arbeiði.
– Eg hevði arbeitt í nøkur ár sum sosialráðgevi í Danmark og har var eg von við at vit høvdu greiðar lógir og reglugerðir at ganga eftir.
– Eg brúkti tí nógva tíð uppá at fáa innførdar reglugerðir soleiðis at málsviðgerin kom at liggja í einari fastari legu og skal eg siga sum er, so innførdi eg somu mannagongdir sum eg kendi frá mínum arbeiði í Danmark.
– Nú eru lógirnar á eitt nú barnaverndarøkinum gjørdar av nýggjum og fyri okkum á sosialu deild í Klaksvík merkir hetta at mannagongdirnar hjá okkum passa sera væl til  lógina. Tí kann sigast at vit hava verið uppá forhond við manna gongdunum og tí er tað lætt hjá okkum at arbeiða eftir nýggju lógini.

Sosiala økið fevnir víða
– Tað eru um 60 barnaverndarmál og í 2005 fingu við 19 nýggj mál. Av hesum vóru tað tríggjar familjur sum høvdu rúsevnistrupuleikar.
– Tað eru 350 børn tilsamans í ansingarskipanini og harav eru 70 børn sum hava frípláss á dagstovnunum. Hetta eru ikki børn við trupuleikum men fyri stóran part fólk við láginntøkum og einligar mammur.
– Tað er sera ymisk fólk sum vit møta í skipanini. Tað er alt frá fólkum við atferðartrupuleikum, rúsevnistrupuleikum og sálarligum trupuleikum, til fólk sum í styttir ella longri tí hava ov lága inntøku til at kunna svara hvørjum sítt.

Rúsevnistrupuleikar
Seinastu tíðina hevur verið nógv tosað um rúsevnistrupuleikar millum ung í Klaksvík og eisini verður sagt at eitt umhvørvið er har slík er at finna og sum tey ungu hava atgongd til.
– Jú vit hoyra eisini nógv um hetta og tað eru eisini onkur konkret mál, har vit eru komin inn á hendan trupuleikan.
– Men tað er serliga politiið, sum kennir til hetta og tað er ikki altíð at teir siga tað sum teir vita. Men onkuntíð verður barnaverndin boðsend at vera við tá ungdómar vera avhoyrdir og tað er á henda hátt at vit fáa kennskap til slík mál.
– Men politiið sigur ikki okkum frá hvørja ferð herverk verða framt ella tað sum teir vita um tað sum fyriferst í býnum.
– Hóast nøkur av børnunum, sum vit hava við at gera, hava roynt rúsevni, so er bert talan um ein lítlan part.
– Tað hevur verið tosað nógv um at skýlið við fótbóltsvøllin er tilhaldsstað hjá ungdómi og at tey her fáa fatur á rúsevnum.
– Eg ivist tó ikki í at um eg hevði stilla meg at lúrt so kendi eg nøkur av hesum børnunum aftur, men tey flestu av teimum hava uttan iva einki tilknýti til sosialu deild.

Ungdómskriminalitetur
– Sum sagt so kenna vit til nøkur børn sum eru innblandað í ymisk herverk, men tað er oftast tey somu sum ganga aftur.
– Tá vit tosað við løgregluna um hetta so siga teir at tað eru nógv rúsevni í býnum, men sum sagt so merkja vit ikki so nógv til hendan trupulleika. Hetta kemur nokk av teirri orðsøk at stórur partur av ungdóminum, sum roynir rúsevni annars eru vælvirkandi og koma frá vælvirkandi familjum og eru tí ikki undir skipanini hjá okkum.
– Vit eru tó greið yvir at fótbóltsskýlið er eitt savningarstað fyri ungdóm sum nýta rúsevni.
– Vit ætla at hava ein fund við stovnar og onnur sum varða av ungdóminum í kommununi at tosað um hetta. Vit kunn sjálvandi seta meira ljós i skýlið og gera onnur tiltøk men royndirnar siga at so flyta hesi bara til okkurt annað stað í býnum.
– Men tað eru fyrst og fremst foreldrini sum varða av hesum børnunum, tí tey sum savnast við fótbóltsskýli eru 10 til 13 ára gomul. Men vit eiga at taka hetta í stórum álvara og sum sagt so fara vit í fyrstu atløgu at tosa við stovnar og onnur sum hava við ungdóm at gera.

Eru heimleys í Klaksvík?
– Hetta er ikki ein stórur trupulleiki hjá okkum, men tað er tó greitt at tað er trupult at finna íbúðir í Klaksvík og hetta merkist serliga hjá familjum sum fara sundur.
– Dømi eru um at fólk velja at vera búgvandi saman hóast tey ikki longur liva sum hjún. Hetta skapar so aðrar trupulleikar, men vit eiga ongar kommunalar íbúðir at vísa á. Tó hava vit heimild til at vísa til gistingarhús um stórir trupulleikar eru, sum eitt nú harðskapur, men tað tíðina eg havi starvast á hesum økinum hevur tað sjáldan verið aktuelt.
– Tað eru dømi um har kvinnur hava leita til kvinnuhúsið í Havn, men hetta hendir heldur ikki ofta.

Sosialadeild og býráði
Vit spurdu Jansy um hon metir at nógv stórt fokus er á sosiala økið í býnum og um býráðspolitikarar hava áhuga fyri økinum.
– Samanumtikið haldi eg at Sosialadeild er væl manna og hevur politiska vælvild og áhugað.
– Eg haldi at kommunan er væl við á sosiala økinum tí um vit taka barnaverndarøkið og barnaansingarøkið so verða pengar avsettir eftir tørvi.
– Í arbeiðinum hjá okkum sakna vit tó eitt greiðari ábyrdarbýti millum land og kommunur. Hetta ger seg serliga galdandi innan heilsuøkið, kommunulæknaskipanina og eldraøkið.
– Vit mugu fegnast um at nýggja lógin á barnaverndarøkinum er eitt framstig tí hon er púra greið og tí sera løtt at umsita.

Privatlívið og arbeiði
Tá vit spurdu Jansy um hvussu tað er at arbeiða innan sosiala økið í einum so tøttum samfelag sum tað vit hava her í Klaksvík, segði hon at hon ikki hevði havt trupulleikar av hesum.
– Tá ein arbeiðir á sama plássi har ein býr, er týdningarmikið at ein er bevístur um arbeiði og dugur at skilja arbeiði og privatlívið sundur.
– Eg leggi meg eftir at halda frítíðina greitt atskylda frá arbeiðinum og tá fólk ringja til mín privat so biðji eg tey um at ringja aftur í arbeiðstíð. Hettar er heldur ongantíð nakar trupulleiki tí tað er sera sjáldan at trupulleikarnir eru so átrokandi at teir ikki kunnu bíðja til dagin eftir.
– Men sjálvandi møti eg fólki í mínum privatlívið sum eg kenni frá mínum arbeiði men hetta er bara nakað ein má duga at takla og tað hevur enn ikki verið nakar stórur trupulleiki.
– Í arbeiði mínum í Danmark var eg máls viðgeri í nógv størri og truplari málum, men tá kom tað ikki fyri at eg møtti viðkomandi í mínum privata umhvørvi , tí tá er ein munandi meira anonymur í dagligdegnum.

Harleywoodpaint