Um støddin á jólatrænum í Vágstúnið, hevur nakað við fíggjarstøðuna hjá Klaksvíkar Kommunu, er neyvan sannlíkt, men hetta man vera minsta jólatræið Klaksvíkin hevur havt
Tað er altíð ein hátíðardámur yvir býinum tá Jólatræið í Vágstúnið verður tendrað.
Býráði hevur eisini gjørt nógv burtur úr at pynta um í býnm seinastu árini, og m.a. er á hvørjum árið keypt meiri av jólastási til at fáa býin rættuliga í jólastemning.
Men tað er tó eitt sindur skuffandi, fyri okkum jólafjepparar, at staðfesta at jólatræðið hjá Klaksvíkini í ár er umleið helvtina minni enn tað vit vanliga plaga at hava.
Sum Norðlýsið skilir, hendi ólukkan tá træðið skuldi flytast heim til Føroya.
Tá jólatræðið ikki passaði inn í konteynararn gjørdu danir ikki betur enn at teir kvettu toppin av trænum.
Men, sum norðlýsið frættir, so royna menn frá vegadeildini at fáa ein virðiliga topp upp á træðið til at bera stjørnuna.
Jólatræðið tendrað
Fríggjakvøldið 3. desember kl. 19 verður jólatræðið í Vágstúnið tendrað.
Klakksvíkar Hornorkestur spælir jólaløg, Markus í Norðnástovu, borgarstjóri í Mikladali, flytur fram røðu og tendrar træðið. Jólamenn fara at bjóða góðgæti.




