Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkin í hernað móti skøruni

Klaksvik.fo

Innilig áheitan á borgarar í kommununi um at hjálpa til við at burturbeina skøruna.

Vit hava fingið “Ung í arbeiði” at hjálpa til við at burturbeina skøruna, men staðfestast kann, at torført verður at koma runt allan býin í ár. Tí vil Klaksvíkar kommuna enn einaferð heita á sínar borgarar um at hjálpa til við at burturbeina skøruna.

Hvussu geri eg?
Plantan stendur í besta blóma, tí er brúk fyri øllum góðum kreftum. Borgarar kunnu hjálpa kommununi við at burturbeina skøruna á sínum egna stykki og minna grannan á eisini at gera sítt til, at átakið eydnast.

Skøran verður tikin upp við rót – um hetta ikki letur seg gera, verður hon skorin av niðri við rótina, koyrd í posar og burturbeind.

Skøran nørist skjótt og flytur seg um mørk, tí er tað eisini neyðugt at fara útum egið stykkið at skera ella klippa og royna at fáa alla skøruna burturbeinda, um tað er neyðugt.

Burturkastið verður borið út í Endurnýtsluna hjá kommununi. IRF brennir burturkastið, soleiðis at avskorna skøran ikki ger skaða aftur.

Vit síggja úti á Bumshamri, hvussu hon spreiðir seg har. Tað er ivaleyst komið frá burturkasti úr urtagørðum, sum er borið út á Endurnýtsluplássið til tyrving. Tí er umráðandi, at burturkastið av skøruni ikki verður blandað saman við øðrum ókrúti at tyrva.

Við at taka blomstrini og burturbeina tey, so eru ongin fræ at nøra seg, og um vit áhaldandi taka plantuna , so fær rótin ikki føði og doyr.

Um átak kommunnunar
Veðurlagið hevur ikki verið til vildar í ár. Og tí gerst stríðið við at burturbeina hesa plantu ikki minni – men við felags átaki vóna vit, at tað fer at eydnast.

Løgurin, ið kommunan sproytar á fyri at køva skøruna, krevur, at døgnhitin er omanfyri 5 stig. Tað var ligið langt út á summarið, áðrenn hitin fór um tey 5 stigini um næturnar.

Bløðini skulu vera turr – bæði áðrenn og aftaná at sproytað verður á. Higartil í summar hava verið fáir turrir dagar.

Tað er best at sproyta á plantuna, meðan hon er lítil. Men í ár er hon longu blivin stór. Plantan kastar fræið, tá hon er følnað. Nógvu smáu planturnar, vit síggja í ár, er fræið frá plantunum í fjør, sum ger um seg.

Vit síggja, hvussu skøran spreiðir seg í býnum og yvirtekur alsamt fleiri og fleiri øki. Um einki verður gjørt, so fer skøran at gera skaða á okkara umhvørvi, tí sum áður er greitt frá, so etur hvørki seyður, neyt ella onnur djór hesa plantu.

Klaksvíkar kommuna