Ungi varaborgarstjórin í Klaksvík, er ikki í iva um at málið fyri Klaksvíkar
kommunu eigur at vera vøkstur.
Vit á Norðlýsinum hava sett honum stevnu, fyri at spyrja eitt sindur nærri um hvørjar ætlananir hann hevur fyri kommununa.
Tann 11. november broyttist dagurin hjá tí bert 26 ára gamla Jógvan Skorheim, tá valúrslit bleiv kunngjørt fyri Klaksvíkar kommunu. Nú var Jógvan komin innum býráðsgáttina, og skjótt gjørdist greitt at hetta bleiv við maner! Dagin eftir var kunngjørt í fjølmiðlunum at samgonga var stovna millum Sjálvstýrisflokkin og Fólkaflokkin, við Jógvani sum varaborgarstjóra.
Søgan aftanfyri
varaborgarstjóran
Hann hevur verið í Zambia á bíbliuskúla, hevur lært til sølumann. Hevur egna fyritøku ið eitur UNDRI, og til dagliga er hann handilsleiðari hjá EL-IN. Summi kenna hann sum forsangara, meðan onnur kenna hann sum forman fyri Unga Sjálvstýri. Ikki kann sigast annað enn at hann er fjølltáttaður og ikki bangin fyri avbjóðingum. Nýggjasta avbjóðingin er at hann skal vera við til at stýra Klaksvíkini.
Stórsligi valstríð
Øll sóðu óiva stóru plakatina á bygninginum hjá MP-Teknik, á húsinum hjá Jógvani og á hegninum við Kí høllina. Og fyri at fáa boðskapin út til allar borgarnir, vóru brøv deild út í hvørt hús í Klaksvík. Boðskapurin í gekk aftur á øllum tíð ið kom fram, var "vøkstur". "Hetta var ein spennandi og ikki minst útfordrandi tíð. Nógv skuldi fyrireikast og leggjast til rættist, men tað var alt stríði vert. Tað skal ikki vera lætt at koma inn um býráðsgáttina, tí tað er ikki bara lætt at vera býráðslimur. Nógv er at taka støðu til og nógv skal arbeiðast, um ein veruliga ynskir framgongd fyri Klaksvíkina" heldur Jógvan Skorheim. "Ynskir ein veruliga eitt gott valúrslit, má ein eisini veruliga leggja alla orku í tað. Tað er líka sum við øllum øðrum. Einki kemur av sær sjálvum, og tú klárar heldur ikki líka nógv einsamallur, og tí er tað sera umráðandi at fáa gott fólk afturat sær."
Yngsti varaborgarstjóri í Klaksvík nakrantíð
Hendan býráðsleiðslan er ikki bara søgulig við tað at borgarstjórin er fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í Klaksvík nakrantíð. Eisini hevur hendan samgongan skriva søgu við tað at Jógvan, sum bert 26 ára gamal, er yngsti varaborgarstjóri í Klaksvík nakrantíð. "Hetta er ein stórur heiður, men ikki minst ein stór avbjóðing. Eg fari at nýta nógva orku uppá at seta meg inn í øll viðurskiftir í kommununi, ið eg ikki kenni til. At vera ungur hevur heilt víst sínar fyrimunar, og teir ætli eg at nýta til fullnar. Býðurin stendur fyr nógvum avbjóðingum og eg eri glaður um at eg kann vera við til at lyfta hesar avbjóðingar, saman við øllum býráðnum."
Framtíðin
Við fíggjarligu gongduni í huganum, kann ein spyrja seg sjálvan um tað er nakar møguleiki fyri vøkstur í kommununi. Klaksvíkin er hart rakt av at Kósin ikki er opnað aftur enn, men hvørjar vónir hevur Jógvan um framtíðina? "Framtíðin verður tann ið vit gera hana til. Kommunan saman við øllum borgarunum í kommununi eru við til at skapa framtíðina. Sjálvandi verða vit ávirkaði av tí fíggjaligu niðurgongduni í allurin heimurin verður ávirkaður av, men hetta eigur ikki at gera tað at vit fella í fátt. Vit hava ein bý ið hevur nógv at bjóða. Sum kommuna er tað umráðandi at vit halda fast við tey tingini í kunnu vera við til at fáa fólk hendan vegin. Eitt nú hava vit Atlantis, Húsið, Svimjihøllina og Dávavirkið, fyri at nevna nøkur av teimum tilboðnum í ungdómurin kann fara til og gera brúk av í dag. Hetta er stórsligin tilboð, og eg haldi at vit eiga at vera meiri takksom fyri hetta, og nýta tey meiri enn tað vit gera í dag."
"Í mínum dagliga starvi sum handilsleiðari, kann eg ikki siga annað enn at tað eru ikki bara Klaksvíksingar ið eru glaðir fyri Klaksvíkina. Hvønn tunnilsdag síggja vit fleiri 1.000 fólk ferðast gjøgnum tunnilin, fyri at koma hendanvegin at keypa. Vit dugdu heldur ikki at síggja nakra minking í talinum av vitjandi til tunnilsdagin sum var 31. januar, og tað mugu vit bara gleðast um. Tunnilin hevur havt ein stóra jaliga ávirkan á Klaksvíkina, og tað skal hann blíva við at gera."
"Kommunan skal ikki vera ein foring fyri vøkstur, men sum eg skrivaði undan valiðnum, so skal kommunan ganga undan og vísa vegin. Um fíggjakarmurin ikki er so stórur sum ynskiligt hevði verið, so er tað okkara uppgáva sum býráðsleiðsla at fáa sum mest fyri hvørja skattakrónu, og tað fari vit eisini at gera alt fyri. Sum formaður í mentanarnevndini, havi eg verið við til at vitja fleiri at teimum stovnunum í mentanarnevndin varar av, og eg má siga at eg eri ótrúliga hugtikin av tí eldhuga í fólkini hava í vara av teimum ymisku stovnunum. Hetta er ein fortreyt fyri at tilboðiðni gerast betri, og tað kann eg bara gleðast um. Klaksvíkin skal vaksa, tað er mítt mál, og tað fari eg at gera alt fyri!" segði Jógvan Skorheim til enda.




