Norðoya Sambandsfelag er komið væl áleiðis við uppstillingini til býráði og á listanum eru Hans Arne Bertholdsen, Elian Elttør, Maria Olsen og Sørin M. Sørensen.
Eftir áheitan frá Norðoya Sambandsfelag hevur Hans Arne Bertholdsen, býráðslimur gjørt av at stillað upp til býráði.
– Eg havi síðan eg kom í býráði fyri fýra árum síðan stríðst fyri breiðum samstarvið – men hetta var avvíst av samgonguni millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin.
– Vit í andstøðuni hava verið hildin uttan fyri ávirkan og hóast vit ferð eftir ferð hava ávarað móti førda politikkinum hjá sitandi samgongu, so mugu vit staðfesta at hetta hevur ikki havt nøktandi ávirkan.
– Eg ætli mær ikki at vaska hendur og takið fulla ábyrgd fyri tí sum eg havi staði fyri í býráðsarbeiðinum, men tað eigur at standa øllum greitt at tíðin er komin til at vit fáa eina nýggja politiska leiðslu í Klaksvíkar Býráð, sigur býráðslimurin í stuttari viðmerking.
Norðoya Sambandsfelag fer at gerða listan lidnan fríggjakvøldið og higartil sær listin soleiðis út:
Hans Arne Bertholdsen
Maria Olsen
Elian Elttør
Símun Michael Sørensen




