Fyri kortum lat Erni Jóhannesen upp handil við Áarvegin í høvuðsstaðnum og sambært honum er rættuliga stórur munur á søluni.
Erni Jóhannesen, ein kend býarmynd í Klaksvík, verður nú havnarmaður, og hetta hevur enntá altíð verið ein dreymur hjá honum sigur hann við Norðlýsið.
– Eg lat upp handil við reiðskapi og klæðum til frítíðarfiskarar úti í víkunum í 1997, men síðani eg lat upp handil hevur tað altíð verið ein dreymur hjá mær at fari til Havnar at handla, sigur Erni.
– Tað er nú einaferð soleiðis at grundarlagið, tvs. viðskiftafólkini, eru fýra ferðir so nógv í Havn enn tað eru í Klaksvík. Harafturat eru flestu ferðafólkini í høvuðsstaðnum, og tað má eg siga at tað er stórur munur at handla á Áarvegnum enn á Klaksvíksvegnum.
– Tá Norrøna ella onnur ferðafólkaskip eru í Havn er tað sum á Ólavsøku við fólki sum ganga oman og niðan eftir Áarvegnum.
– Av somu orsøk selja vit rættuliga nógv meira, og sambært ferðafólkunum so eru vit kappingarførir við handlar í norðurlondum. Nakrir svenskarar vóru inni á gólvinum her fyri og teir keyptu rættuliga dýra útgerð, tí teir søgdu at vit vóru munandi bíligari enn somu handlar í Svøríki, so tað sigur so mikið at prísirnir hjá okkum eru á rættari leið.
Nógv ferðafólk
Tá vit tosaðu við Erni mánamorgunin segði hann at hann júst hevði fingið ein lista yvir ferðafólkaskip sum hava boða frá at tey koma til Havnar í summar.
– Frá í nú og til septembermánaða hava 43 ferðafólkaskip boða frá at tey koma hendanvegin. Hetta er sera nógv tá hugsað verður um at eittans ferðafólkaskip vitjar á Klaksvík um árið. Hettar er eisini júst sesongin hjá frítíðarfiskarum
Havnarmaður
Spurdur um Erni nú er vorin havnarmaður svarar fyrrverandi býarmyndin í Klaksvík játtandi.
– Eg havi ikki flutt kommunu enn, men tað verður heilt skjótt. Daman hjá mær hevur arbeiði og hús í Havn, so man kann siga at eg havi fingið tvær flugur við eitt smekk, sigur Erni skemtandi.
– Skal eg siga sum er so vænti eg ikki at eg flytið aftur til Klaksvíkar. Vit eru sjey systkin og nú er bert eitt eftir í Klaksvík, so tað eru ikki so nógv bond eftir í Klaksvík. Men hjartað liggur eftir í Klaksvík, men eg má bara viðganga at eg nú eri havnarmaður.
Handilin hjá Erni eitur Dy-nema.




