Um mánaðarskiftið vóru átta klaksvíkingar á ferð í New York. Teir vóru til konsertir við heimskendum tónleikabólkum.
Eisini varð hugt eftir kurvabólti, amerikanskum fótbólti og íshockey. Eisini vitjaðu teir kend støð í amerikanska stórbýnum. Her eru nakrar myndir frá ferðini
Síðst í november mánað settu sjey klaksvíkingar kós ímóti New York, har teir innan 10 dagar skuldu uppliva eina rúgvu av tónleik, ítrótti og øðrum. Í New York tók tann áttandi klaksvíkingurin cruise-kapteynurin Meinhard Hansen ímóti.
Teir átta vóru á tveimum konsertum hjá Bon Jovi í heimskenda spælistaðnum Madison Square Garden, sum liggur á Manhattan, og teir hoyrdu eisini bólkar sum Aerosmith, Lenny Kravitz, Twisted Sister og Yngwie Malmsteen spæla live.
Harafturat vóru teir eisini til ítróttardystir amerikanskan fótbólt á Giant Stadion og íshockey og kurvabólt.
Høvi var eisini at vitja ovast í Empire State Building, Ground Zero og at flúgva í tyrlu uppi yvir Manhattan og frælsisgudinduni.




