Frændur, Kular Røtur, Arnfríð Lützen og In-G sláa tónan á Pilestræde
Leygarkvøldið 2. desember verða fleiri av teimum kendu sangunum hjá Frændum at hoyra á Skarv í Keypmannahavn, tá ið Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe sláa tónan í hugnaliga føroyska vertshúsinum við góðum slagarum og føroyskum landaplágum. Afturat sær hava frændurnir Arnfríð Lütsen og Inga Isakasen, sum hava myndað føroyska tónleikapallin í mong ár, við Kulum Rótum, Dynamitt og á øðrum útgávum. Rani og Arnfríð hava eisini sungið í útvarpi, til konsertir og til móttøkur fosturlandssangir og útlendskar sjelarar. Ingi Isaksen hevur saman við Steintór Rasmussen skrivað nógvar Kular Røtur sangir og harafturat er Ingi tónleikari og teknikari burturav, so at tað skuldi borgað fyri góðari ljóðgóðsku hetta fyrsta leygarkvøldið í desembur.




