Nú er greitt, hvar tveir av klaksvíkingunum í bestu mansdeildini spæla í 2019.
Skála skrivar soleiðis:
KLAKSVÍKINGAR HALDA FRAM Á SKÁLA
Niels Pauli Danielsen og Heðin Klakstein spæla eisini við Skála í 2019. Niels Pauli og Heðin vóru báðir týðandi spælarar á Skálaliðnum í ár. Teir spældu 24 dystir og skoraðu tvey mál hvør í Betrideildini. Niels Pauli Danielsen hevur gjørt 2 ára sáttmála við Skála, og Heðin Klakstein hevur gjørt 1 ára sáttmála.
Niels Pauli Danielsen er 29 ára gamal. Hann hevur spælt 190 dystir í bestu deildini og hevur skorað 22 mál. Hann kann røkja fleiri pláss á vøllinum.
Heðin Klakstein er 25 ára gamal. Hann hevur spælt 142 dystir í bestu deildini og hevur skotið 22 mál. Hann hevur fyri tað mesta spælt sum álopssinnaður miðvallarspælari.
Niels Pauli og Heðin eru klaksvíkingar, og í 2016 spældu teir á KÍ-liðnum, sum vann kappingina um Løgmanssteypið.


