Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingar í etistum fimleiki

Oliver Joensen

Fyri fyrstu ferð nakrantíð var Klaksvíkar fimleikafelag við í kapping í estetiskum fimleiki í dag sum var í Ítróttarhøllini í Runavík.

Kappingi var fyri pinkur og smágentir og átti Klaksvíkar fimleikafelag eitt lið av pinkum við í hesi kapping og ikki kan sigast annað enn at spenningurin var stórur tá liðini gingu inn í høllina.
Tað vat fitt av fólki saman komið til at hyggja at. Pinkurnar fingu góðan stuðul av foreldrum og vinum, sum vóru komin at hyggja at. Klaksvíkar Fimleikafelag skuldi sum nr. 3 inn á gólvið og sást tað tíðiliga á viðhaldsfólkunum hjá KF at tey vóru spent uppá hvussu hetta mundi fara at ganga.
So bleiv rópt í anleggið at nú skuldi KF. gera seg til reiðar at koma inn á gólvið. Tað má sigast at tær kundu ikki havt roynt annað. Nøvnini á gentunum blivu rópt upp ein í senn, sum síðani skuldi traðka framm á gólvið og heilsa uppá áskoarnar, so var tónleikurin settur í gongd og alt liðið kom inn á hetta sermerkta gólvið sum bara verður brúkt til kapping.
 Ein sá at genturnar vóru sera væl fyrireikaðar til hesa kapping og gjørdu allar sítt allarbesta fyri at koma bara eitt lítið vet uppá stigatalvuna og tað eydnaðist, tí tá úrslitini vóru lisin upp var Klaksvíkar Fimleikafelag nr. 5 av 7 liðum og skal tað leggjast afturat at øll hini liðini høvdu verið til kapping áður.
Fimleikasambandið gjørdi ikki so lítið burtur úr at tað var fyrstu ferð at Klaksvíkar Fimleikafelag var við til hesa kapping og bjóðaðu okkum at verða hjartaliga vælkomnan.
Hvat skuldu vit gjørt uttan teir tríggjar venjarnar Jónvá, Bodil og Brynhild sum allar koma úr Støkk og hava eitt ella annað tilknýti til Klaksvíkar.
 Tað krevur nógv at verða við í estetiskum fimleiki vant verður tríggjar til fýra ferð um vikuna í uml. 2 tímar so ikki kann sigast annað enn at tað liggur eitt stórt arbeiði aftanfyri. Takk skulu tit hava fyri tað.eiki

Harleyfacadeacryl