Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingar sleppa aftur í 80ini

Kunngerðir

Leygarkvøldið verður eitt forkunnugt tiltak í nýggjasta skemtistaðnum Ásgarð í Klaksvík.

Leygarkvøldið verður eitt forkunnugt tiltak í nýggjasta skemtistaðnum Ásgarð í Klaksvík.

Her fáa klaksvíkingar møguleikan at fara aftur í 80ini.

Tað eru havnamennirnir James Olsen og Mark joensen, ið fara at borðreiða við øllum tí góða tónleikinum, ið var frammi í 80unum.

– Eg vil minna á,at tónleikurin ið var frammi í 80unum hevur nakað heilt serstakt yvir seg,og eg ivist ikki í, at tað eru nógv, sum eisini elska tónleikin, ið var spældur á diskotekunum í áttatiárunum, sigur James.

– Eg spældi sjálvur við klaksvíksbólkinum Science Fiction í 80unum,og var tað altíð serstakt at spæla fyri klaksvíkingum í Lognbrá, ið var eitt ógvuliga populert stað 80unum, leggur James afturat.

Vónandi fara Norðoyingar at taka væl ímóti hesum tiltakið, ið ikki áður hevur verið í Ásgarð.

Tiltakið byrjar kl 23.30 leygarkvøldið.

Harleyfacadeacryl