(Kosovo) Magnus Pauli Glerfoss er saman við familjuni í Kosovo, har hann saman við nógvum øðrum føroyingum er farin at fylgja føroyska A-landsliðnum.
– Tað stóð ímillum at fara til Liverpool ella Kosovo og hetta lá tættari uppá samstundis sum tað passaði betri fyri dóttrina. Eg havi ongantíð verið landsliðstúrar fyrr, men havi hoyrt um, at tað er stuttligir túrar, sigur Magnus Pauli Glerfoss við Norðlýsið. Honum dámar væl tað, sum hann hevur sæð í Pristina, sum er høvuðsstaðurin í Kosovo.
– Vit hava verið ein túr í morgun og hugt eitt sindur eftir býnum og eisini vitja onkur matstøð og eg má siga, at her er sera hugnaligt og blítt fólk, sigur Magnus Pauli Glerfoss.
Stórtrívist á Skansanum
Magnus Pauli hevur seinastu dystirnar hugt eftir heimadystunum hjá A-landsliðnum á Skansanum og har verður hann verandi.
– Nú havi eg verið á Skansanum tríggjar-fýra ferðir, og tað verður tað framyvir. Tí eg eri til at standa og rópa og vera ‘’on’’ allatíðina, meðan ein dystur er. Tá eg eri í ítrótti, so eri eg ivrigur og kanska ov ivrigur til tíðir, sigur Magnus Pauli Glerfoss.
Vinna 2-1
Magnus Pauli var væl nøgdu við dystin móti Malta og væntar, at góða gongdin fer at halda fram.
– Fyrstu 20 minuttirnir vóru ikki teir bestu, tá fjáltur var á liðnum, men so bleiv tað skjótt frægari, og eftir tað dámdi mær væl. So sum heild var tað ein fínur dystur. Nú spældi Kosovo javnleik, meðan Føroyar vunnu og liggja nummar eitt, sum vit sungu. Hetta er uttan iva tað besta føroyska landsliðið nakrantíð. So eg trúgvi uppá, at vit fáa eina framhaldandi góða byrjan. Kosovo skal fram á vøllin, meðan føroyingar kunnu spæla uppá snarálop, og tað eru okkara leikarar sera góðir til, sigur Magnus Pauli Glerfoss, sum tippar 2-1 til Føroyar, har málskjúttarnir vera Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson.


