Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingar umborð á Maersk Guardian

John William Joensen

Føroyingar eru allastaðni úti í verðini og í løtuni eru nakrir klaksvíkingar umborð á borðipálli hjá Mærsk í Egytalandi

Jákup Biskopstø, er maintenance Supervisor umborð á Maersk Guardian og umframt hann eru eisini Leif Elleby Andersen (búðsitandi í Danmark) og Morten M. Andersen (sonur Armgarð hjá Kallu).
Í løtuni eru teir staddir norðan fyri Alexandria har teir gera nakrar brunnar fyri eitt lokalt oljufelag. Uppgávan hjá Maersk Guardian er at finna olju og at gera sokallaðar brunnar klárar til aðrar borðipallar at brúka.
Jakup greiður frá at umborða á Marsk Guardian eru umleið 100 mans.
– Manningin er fyri tað mesta egyptarar og í løtuni eru eini 15 evropearar umboð og er talan um eingilsmenn skotar og danir.
– Klaksvíkin er væl umboða, umframt eg sjálvur sum starvist sum maintenance supervisor so eru eisini Leif Elleby Andersen og  Morten M. Andersen sum passar automatiska borðimaskinarríðið
– Egyptararnir sum eru umborð eru allir muslimar og teir biðja fimm ferðir um dagin. Tí hava vit gjørt eitt uppihaldsrúm um til Moské og tá bønartíð er verður rópt gjøgnum hátalaranleggið.
– Pallurin sum vit eru á varð fluttur niður higar úr Hollandi í juli og skulu vit vera her til august tá vit fara á eina skipasmiðju á Kypern áðrenn leiðin gongu til Australien. Pállurin er ov stórur til at fara ígjøgnum Suez veitina og tí vera vit noyddir suður um Afrika.
– Til at flyta pallin alla hesa longu leið hava vit ein sokallaðan Heavy Lifter, sum er eitt skip sum er bygt til flutning av stórum anleggum.