Nú býráðsvalið er av og úrslitið fyriliggur ber til at siga, at ein sløk helvt valdi skattalættan hjá Gunvá við Keldu og Atla Justinussen.
Hetta er kanska skilligt men tað sum ikki er komið nóg væl fram er hvat avleiðingin er av ikki at hækka skattin 1 %.
Á býráðsfundi tann 4 november 2008 løgdu Gunvá og Atli eitt spariuppskot fram ístaðin fyri skattahækkingina.
Frítíðarskúlin og Atlantis skulu stongja. Útbygging av dagtilhaldinum skal strikast og harumframt skal sparast:
Umsitingin 500 t. kr við at stongja Miðlan
Útleigan av hølum 100 t.kr
Ósáin 390 t. kr
Privatisera tekniska øki 500 t. kr
Telefonir 100 t.kr
Granskoðan og sakførarahjálp 100 t.kr
Vasking privatiserast 500 t.kr
Bilparkin 500 t. kr
Hesar sparingar oman á tær 17 milliónir ið longu eru spardar, vilja viðføra hópuppsagnir. Foreldur í Klaksvík fara ikki at hava nakað frítíðarskúlatilboð til teirra børn. Tey ungu fara ikki at hava tað tilboðið, ið Atlantis er. Vaskikonur vera uppsagdar, og ongin veit um tað verða fólk úr okkara kommunu, ið fara at fáa vaskiarbeiðið.
Inntøkuna settu tey til 129 milliónir sjálvt um framrokningin hjá Toll og skatt sama dag vístu 124 milliónir so hetta er ikki ein saklig meting.
Nú hevur Fólkaflokkurin saman við Sjálvstýrisflokkinum skipað samgongu. Ein samgonga ið er so smøl, at hon útihýsir helvtina av borgarnum í Klaksvík og tað borgar ikki fyri stabiliteti, serliga ikki tá vit hugsa um, at meginparturin av samgonguni eru óroynd fólk í hesum høpi.
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokki




