Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur er nú høvuðsungdómsvenjari hjá B36

Jákup Ósá

B36 hevur sett nýggjan ungdómsvenjara.

B36.fo skrivar: B36 hevur í dag sett Símun Joensen í starv sum høvuðsungdómsvenjari

Fyri stuttum gjørdist greitt, at Áki Johansen ikki heldur fram sum høvuðsungdómsvenjari hjá B36. Ein sessur, sum hann hevur røkt tey bæði seinnu árini.

Ungdómsnevndin hevur borið skjótt at, og longu nú er greitt, hvør nýggi maðurin í sessinum verður.

Símun Joensen, sum er 33 ára gamal, er Klaksvíkingur, og hann eigur sína fótbóltsuppaling hjá KÍ. Árini frá 2010 til 2014 var hann tó partur av B36, har hann var við til at vinna tvey FM-heiti.

Símun hevur lokið B-prógv sum venjari, og hann var venjari hjá okkara U16-dreingjum í ár, umframt at hann í fjør var hjálparvenjari hjá Mikkjali Thomassen í KÍ.

Sum høvuðsungdómsvenjari kemur Símun millum annað at hava leiklutin sum sparringspartnari og vegleiðari hjá stóra toyminum av ungdómsvenjarum, sum eru virkin í felagnum, umframt at hann verður lyklapersónur, nú læru- og menningarætlanin hjá B36 av álvara skal setast í verk.