Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur formaður í B36

John William Joensen

á aðalfundi í B36 gjárakvøldi var Sjúrður Norðbúð valdur til formann. Fráfarandi formaðurin segði m.a. at tað gerst alsamt tyngri at reka fótbóltslið í fremstu deildini

– Tað gerst altsamt tyngri at reka fótbóltslið í fremstu deildini.
Hetta segði fráfarandi formaðurin í B36, Kjartan Mohr, m.a. í formansfrágreiðing sínari á aðalfundinum gjárakvøldi.
Sambart heimasíðuni hjá B36 vóru 45 fólk mótt á fundi í B36 húsininum til aðalfundin hjá árstalsfelagnum gjárakvøldi.
Formaðurin fegnaðist um ítróttarligu úrslitini hjá felagnum í farna árið. Í frágreiðiningi fíltist hann á at tað var alt tyngri at reka eitt lið í ovastu fótbóltsdeildini.
Roknskapurin vísti eitt líttið yvirskot (65.000) og tí var nokk heldur eingin orðsøk til at mála alt ov svart.
Formaðurin, Kjartan Mohr, boðaði frá, at hann tók ikki við afturvali. Kassameistarin, Maiken Poulsen, tók seg úr nevndini, meðan Hannis Egholm varð afturvaldur. Fyri Kjartan og Maiken vórðu Sjúrður Norðbúð og Mikkjal Helmsdal valdir í nevndina.
Eftir aðalfundin, sum fundarstjórin, Ruben Andrésen, sleit klokkan 21.30, skipaði nývalda nevndin seg við Sjúrði Norðbúð sum formanni, Judith Eysturoy, næstformanni, Símun Midjord, kassameistara, og Hannis Egholm sum skrivara.