Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur heiðraður við manèr

Oliver Joensen

Sunnudagin gjørdi Klaksvíkar Róðrarfelag nógv burturúr "flaggskipinum" Klaksvíkingi, ið gjørdist føroyameistari 2006 í 10-mannafarsróðrinum á Ólavsøku.

Úr tunnilsmunnanum við Norðoyatunnilin gekk leiðin ígjøgnum býin við Klaksvíkingi og manningini uppi á einum traillara og fylgdir av eini røð av bilum.
Gangurin var nógvur og sjálvandi var frøði á monnum. Skipað var fyri hugnaløtu við kappróðrarneystið, har fólk fingu kaffi og køkur. Eini 150 til 200 fólk vóru savnaði at heiðrað Klaksvíkingi og manningini við kappróðrarneystið. Sjálvandi vóru vinfólk og kenningar hjá róðursmonnunum eisini komin til løtuna, eisini Ólavur Hátun, ið eigur tveir synir, ið hava róð við Klaksvíkingi.
Um kvøldið varð skipað fyri ársveitslu. Jóan Petur Jacobsen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag sigur, at orsakað av at fleiri av róðursmonnunum fara uttanlands í lestrarørðindum í vetur, varð avgjørt at framskunda árligu ársveitsluna til sunnukvøldið. Felagið heiðrari róðursmonnunum við heiðursbrævi.
Jóan Petur Jacobsen, formaður sigur annars, at tað var hugaligt at vera formaður og áskoðari á Ólavsøku, sjálvt um nógv stóð á, tá Klaksvíkingurin "bert" var nr. 3 tá komið var inn á molan í Havn, men teir vístu so sanniliga hvør dugur er í teimum, í langa spurtinum.
Nevndin nýtir høvið at takka fyri árið og vónar at ferlagið og róðrarfólkið hjá felagnum kemur sterkt aftur komandi ár.