Tær størru havnirnar í Føroyum vitja cruise-messuna, annaðhvørt í Miami ella Fort Lauderdale, einaferð um árið um hesa tíðina á árinum. Mesta virksemið snýr seg um at tosa við fólk sum virka í hesi vinnuni, serliga tey sum leggja til rættis ferðirnar hjá hesum ymsu útgerðarfeløgunum í Norður Atlantshavi.
Klaksvíkar havn var sjálvandi umboðað av havnarmeistaranum Meinhardi Petersen. Hann hevur ofta sagt frá um ein klaksvíking, sum býr í útriðini av Fort Lauderdale. Eitt kvøldið var Meinhard og vitjaði hann og familjuna, har tey búgva, og dagin eftir kom klaksvíkingurin at vitja á messuni.
Maðurin eitur Halgrim Joensen – Halgrim hjá Jarðamóðrini – sum norðoyingar rópa hann. Amerikumenn rópa hann bara Hal.
Hann gongur á 87ins tjúgunda ári, og ók sjálvur í bili innar higar. Ber seg sum ein unglingi.
Táið hann var liðugur at læra á Bedingini í Klaksvík, fór hann niður at nema sær størri kunnleika í tøkni. Hann gjørdist maskinverkfrøðingur og niðri fann hann eisini konuna, sum hann eigur trý børn saman við. Sum so mangur annar føroyingur fekk hann útferðarlongsil, fyrst sigldi hann úti, m.a. nógv uppá Amerika, og seinri, í 50-árunum, búsettist hann í USA, og gjørdist skipaeftirlitsmaður hjá Lloyds. Har var hann í 25 ár, og tá fór hann undir at virka fyri seg sjálvan sum konsulentur/maskinverkfrøðingur. Hann segði okkum, at seinasta uppgávan hann tók á seg var sum 85 ára gamal at flúgva yvir til Kanariu-oyggjarnar, fyri at hava eftirlit við einum skipi, sum var til umvælingar á skipasmiðju í oyggjunum.
Hann hevur verið nógv í Føroyum hesi árini, og segði fyri okkum, at hvørja ferð hann vitjaði heimstaðin í Klaksvík, royndi hann at hava børn og abbabørn við sær soleiðis, at tey eisini kundu gerast ein partur av hansara samleika.
Nú hevur Halgrim verið so nógv burtur úr Føroyum, tí kann tað vera, at onkur kennist betri við hann, um vit siga at hann er beiggi kenda norðoyapolitikaran Asbjørn Joensen, sála, sum í mong ár var býráðslimur, løgtingsmaður og landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin – umframt at hann var stjóri fyri Tekniska skúlanum í Klaksvík.




