Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur ikki við á Sundalagsstevnu

Jákup Ósá

Kabalin gekk ikki upp og tí vera vit ikki við á Sundalagsstevnu, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein er aftur í ár ein av undangongumonnunum umborð á Klaksvíkingi.

– Fyri fáum døgum síðani sá út til, at vit kundu klára at manna Klaksvíking á Sundalagsstevnu. Men tá segði eg, at tað var ikki vist. Og tíverri bleiv tað soleiðis, at vit ikki fingu kabalina at ganga upp. Tískil verður Klaksvíkingur ikki við á Sundalagsstevnu, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein við Norðlýsið.

Hann sigur víðari, at teir heldur ikki vera við i aðrari bátastødd.

Sostatt er greitt, at Klaksvíkingur ikki verður við á Sundalagsstevnu, sum boðað frá frá frammanundan Norðoyastevnu. Arbeitt bleiv tó uppá at fáa manning til Sundalagsstevnu og hetta sá út til at fara at koma á mál, men so bleiv ikki í síðsta enda.