Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingur kom aftur á Fjarðastevnu

Jákup Ósá

Eftir tvey tap á rað kom Klaksvíkingur afturíaftur og vann seg framum aftur. Nú er 3-2 til Klaksvíking undan teimum báðum síðstu FM-róðrunum.

Klaksvíkingur fekk betra startin og hevði leiðsluna allan vegin á Skála í dag. Tað var spennandi, men kanska ikki líka javnt sum hinar róðrarnar, tí Klaksvíkingur var áleið hálva bátslongd frammanfyri stóran part av seinna parti av teininum. Hetta var eisini munurin á málinum.

Komandi vikuskiftið er Vestanstevna, og tá kann FM blíva avgjørt, tí kravið er til Norðing at vinna.Vinnur Norðingur, so fellir avgerðin á ólavsøku.

KRF fekk tríggjar aðrar sigrar í dag. Fípan Fagra barnaróður dreingir, Fípan Fagra dreingir 17-18 ár og Nevið Reyða vunnu sínar róðrar.