Klaksvíkingurin Sólfinn Hansen var staddur á Maalbeek, tokstøðini miðskeiðis í býnum í morgun
Klaksvíkingurin Sólfinn Hansen var staddur á Maalbeek, tokstøðini miðskeiðis í býnum í morgun, tá ein bumba brast í belgiska høvuðsstaðnum. Tað veit KVF at siga seinnapartin.
Hann er innlagdur á sjúkrahús í Brússel, men er sum skilst ikki í livsvanda. Tey nærmastu hava fingið boðini og hava verið í sambandi við Sólfinn Hansen.
Sendikvinnan, Kate Sanderson, hevur verið í sambandi við Sólfinn Hansen, sum hevur fingið skaða í høvdið, tó ikki álvarsligt, skrivar KVF.




