Føroyska U17 fótbóltslandsliðiðgjørdist søguligt og vann seg í dag víðari til EM endaspælið íKroatia.
Føroyar skuldu vinna dystin ogsamstundis skuldi Kypros tapa móti Írlandi. Og tað var hetta sumhendi. Føroyar vunnu 2-1 og Írland vann 2-0 á Kypros. Við hesumendaðu Føroyar á 2. plássi við 4 stigum. Sjey av átta 2 arumsleppa víðari, og har er skipanin soleiðis, at talt verður samanstig móti nummar 1 og 3 í bólkinum. Har eru Føroyar longu betrienn Portugal, meðan nógvir av hinum bólkunum ikki eru avgreiddirenn. Tískil eru Føroyar í EM endaspælinum og tað hevur einkifótbóltslandslið hjá Føroyum megnað áður og nærum einkilandslið hjá Føroyum í liðítrótti. Sostatt er talan um eitt av bestu úrslitunum hjá Føroyum nakrantíð.
Tórur Jacobsen fekk høvuðsleiklutin
KÍ hevði bara ein leikara álandsliðnum, men hesin fekk høvuðsleiklutin. 16 ára gamli TórurJacobsen, sum í ár er partur av Effohópinum hjá KÍ, skoraði fyrra málið hjá Føroyum í dag. Hitt málið skoraði Hanus Sørensen úr Fc Midtjyllandi. Nevnast kann, at Tórur eisini skoraði2 mál í undankappingini til hetta millumspælið, tá Føroyarspældu 2-2 javnleik móti Luksemburg í avgerandi dystinum fyri atsleppa víðari. Sostatt er Tórur skrásettur fyri 3 mál í 5 U17landsdystum á vegnum til endaspælið, ið verður í Kroatia ísummar. Hann er sostatt toppskjútti hjá liðnum.
Norðlýsið ynskir U17 landsliðnumhjartaliga til lukku við flotta úrslitinum.
Mynd: Hans Erik Danielsen




