MB hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara.
MB skrivar:
NÝGGJUR HØVUÐSUNGDÓMSVENJARI
Hans Andrias Olsen er nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá Miðvágs Bóltfelag. Hans Andrias er 36 ár, úr Klaksvík og útbúgvin námsfrøðingur. Sum námsfrøðingur hevur hann starvast við børnum og ungum í fleiri ár. Harumframt hevur hann B venjaraprógv og hevur verið venjari, bæði hja børnum og vaknsum.
Vit ynskja Hans Andriasi vælkomnum til MB


