Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur tekur yvir í ÍF

Jákup Ósá

Tað verður ein klaksvíkingur sum skal standa á odda fyri ÍF liðnum sunnudagin, tá klaksvíkingar vitja í Fuglafirði.

Formaðurin í ÍF, Leif André Eliasen, sigur, at ÍF hevur sett Jákup Mikkelsen sum venjara restina av árinum, men at hjálparvenjarin væntandi verður settur seinni í vikuni. 
Jákup er kendur í felagnum og hevur vart málið hjá fuglfirðingum seinastu árini, men gavst undan hesum kappingarárinum. ÍF tekur ímóti KÍ sunnudagin í Effodeildini.